Í dag veit Reuters at siga, at myndugleikarnir í Kreml skuldu halda tíðindafund í Moskva í morgun. Sum skilst, eru myndugleikarnir í Russlandi komnir við enn einari ávaring og hóttan um møguleikan at brúka kjarnorku.
Russisku myndugleikarnir seta sær spurningin, hvat fer at henda, um ukrainar fara at leypa á Krim-hálvoynna við vápnum úr USA. Tað var í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.
- Eitt slíkt álop viðførir, at stríðið økist til eitt nýtt støði, sigur talsfólk fyri russisku stjórnina.
Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hevur sambært Reuters fyrr í dag endurtikið sína kjarnorkuhóttan og sigur, at um eitt kjarnorkuveldi, sum Russland er, tapir í einum konventionellum kríggi, kann hetta útloysa ein kjarnorkubardaga.
Talsfólkið hjá russisku stjórnini hevur sambært Reuters sagt á tíðindafundinum í morgun, at úttalilsini hjá Dmitrij Medvedev eru heilt í tráð við almennu russisku áskoðanina um kjarnorkuvápn.