Kreppa
Ein diplomatisk kreppa hevur tikið seg upp millum Danmark og Kina, eftir at danski forsætisráðharrin, Lars Røkke Rasmussen, fyrr í ár tók ímóti andaliga leiðaranum í Tibet, Dalai Lama.
Donsk bløð skriva, at kreppan nú hevur rakt danskt vinnulív og vitjunaravtalur í Kina eru antin avlýstar ella útsettar upp á óvissa tíð.
Stríðið, sum hevur tikið seg upp millum londini, verður váttað í teldubrævi til fýra donsk ráð, sum fáa at vita, at tey skulu halda lágan ”profil” um ætlaðar vitjanir í Kina.
Sambært teldubrævinum framgongur, at fleiri donsk vinnufeløg hava fingið trupulleikar í Kina, men í brævinum stendur einki um, hvørjir hesir trupulleikar eru.