Krevja kanska endurgjald frá Tvøroyrar Kommunu

? Tað er ikki vist at Tvøroyrar Kommuna uttan víðari sleppur at taka samferðsluhavnina á Drelnesi til oljuhavn, sigur Karsten Hansen

Tað er ikki vist, at tað verður góðtikið uttan víðari, at Tvøroyrar kommuna tekur samferðsluhavnina á Drelnesi til oljuhavn.

Avleiðingin av tí kann tvørturímóti verða, at landsstýrið fer at krevja endurgjald frá Tvøroyrar Kommunu fyri at hava tikið samferðsluhavnina til onnur endamál.

Tvøroyrar Kommuna hevur annars í fleiri ár arbeitt dúgliga fyri at gera eina oljuhavn á Drelnesi og í tí sambandinum hevur Tvøroyrar Býráð boðað frá, at ætlanin er at taka Drelnesi til endamálið.

Tvøroyrar Kommuna er eisini farin at fyrireika Drelnes til at taka ímóti oljuvinnuni.

Eitt nú skal í næstum nýggj vatnveiting leggjast yvir á Drelnes, so at havnin kann lúka tey krøvini, sum oljuvinnan setir til at fáa reinsað vatn.

Verður Drelnes tikin til oljuhavn, verður tað neyðugt at finna eina aðra samferðsluhavn í Suðuroynni, sum strandfaraskipið Smyril kann brúka.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað má umhugsast sera gjølla, hvussu farið verður fram í hesum málinum.

?Tað er ikki vist, at vit uttan víðari kunnu góðtaka, at samferðsluhavnin verður tikin til onnur endamál enn samferðsluhavn, sum hon varð gjørd til.

Hann sigur, at landið hevur goldið ein part av ferjuleguni á Drelnesi.

? Fer Tvøroyrar Kommuna at taka havnina til onnur endamál, kann talan blíva um okkurt slag av endurgjaldskravi frá landsstýrinum til Tvøroyrar Kommunu.


Skapar fordømi

Karsten sigur, at tað, sum fer at henda á Tvøroyri í hesum málinum verður fordømi í Føroyum.

? Verður talan um at taka aðrar samferðsluhavnir, fer sami framferðarháttur uttan iva at verða brúktur, tá, sum verður brúktur í sambandi við Drelnes.

? Sostatt er tað ómetaliga týdningarmikið, at tað verður rætt farið fram, nú Tvøroyrar Kommuna ætlar at taka Drelnes.

?Tí kann talan blíva um, at tað verður neyðugt við eini fíggjarligari uppgerð ímillum Tvøroyrar Kommunu og landskassan, so at landið fær endurgjald fyri at hava mist samferðsluhavnina.

?Karsten Hansen hugsar um, at tað kunnu onnur mál taka seg upp, sum líkjast hesum.

? Eitt nú kann ein ímynda sær, at tað kemur ein dagur, har lorvíkingar, ella aðrar kommunur, heldur kundu hugsað sær at brúkt samferðsluhavninar til onnur endamál.

? Tí má tað umhugsast gjølliga, hvussu farið verður fram í málinum um Drelnes.

Karsten Hansen leggur í øllum førum dent á, at tað ber ikki at at missa samferðsluhavnina á Drelnesi, fyrrenn Smyril hevur eina aðra Havn í Suðuroy, sum kann brúkast til endamálið.

?Tað fer ikki at bera til at vit koma at standa við ongari ferjulegu, tí tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri Suðuroy, sigur hann.


Mugu arbeiða saman

Annars er peningur settur av til nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni á langtíðar verklagsætlanini hjá landsstýrinum.

Og Karsten Hansen heldur, at í fyrstu atløgu stendur tað til kommunurnar í Suðuroynni at semjast um, hvussu oyggin skal byggjast út á samferðsluøkinum.

?Verklagsjáttanin hjá bæði landi og kommunum verður avmarkað og tí verður tað eisini ein fíggjarligur spurningur hjá kommununum at semjast um, hvussu Suðuroyggin skal byggjast út, um samferðsluhavnin skal verða á Tvøroyri, í Hvalba og um, hvat vágbingar siga til tað, tí tað er eisini nógv vinnulív í Vági, ið somuleiðis hevur brúk fyri bæði at avskipa vørur og at fáa tilfar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur eisini, at Suðuroyggin liggur soleiðis fyri, at tað er mest sannlíkt ein oljuvinnan verður har í oynni og spurningurin er sostatt eisini, um suðuroyingar kunnu semjast um, hvussu tey ymsu virkisøkini skulu býtast sundur ímillum kommunurnar.

? Alt kann ikki vera allastaðni. Tí stendur tað nú til kommunurnar í Suðuroynni at finna semju um, hvussu samfelagið í oynni skal skipast, sigur Karsten Hansen.