John William Joensen, Blaðmaður, Norðlýsið
----
Tað er bara ein stjóri í føroyska miðlaheiminum sum kann fara til arbeiðis 1. januar og longu tá veit at hann í inniverandi árið hevur oman fyri 50 mió. kr. at gera gott við og tað er stjórin í almenna Kringvarpinum. Umframt at hann hevur inntøkur sum tryggjaðar eru við løgtingslóg brúkar stovnurin orku upp á at kappast við privatu miðlarnar á lýsingar marknaðinum, og her hevur almenni stovnurin okkurt árið megnað at fingið aðrar 10 mió. kr. í inntøkum.
Nú 3 mió. kr. vanta í hjá almenna stovninum hevur Kringvarpið kallað »serfrøði« og alla ta politisku skipanina at standa til ábyrgd fyri opnari mikrofon samstundis sum leiðslan í Kringvarpinum hevur tikið allar hugsandi sendingar av skránni. Programleiðarin viðgekk í »góðan morgun Føroyar« at samlaða sparingin sum Kringvarpið hevur fingið burtur úr øllum rokinum við at takka eina røð av sendingum av skrá er 100.000 kr í Inniverandi árið!!! Og yvirskriftin fyri hesar sparingar á heimasíðuni hjá »kreppu-rakta« stovnum er – »Dia slær bremsurnar í«????
Tað er kann ikki undra nakran, at starvsfólk á stovninum hava fingið ein skelk nú uppsagnir hótta, og vit hava sjálvandi stóra samkenslu við teimum – men spurningurin er um hetta ikki ger somu fólk ógegnug at viðgera støðuna sum óheft tíðindafólk.
Vit hava seinastu vikuna verið vitni til eitt roynt cirkus í Sortudíki, har skotið verður við kanónum í eystur og vestur. Øll politiska skipanin er kallað til avhoyringar av tíðindaredaktiónunum í útvarpinum og sjónvarpinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum og formaðurin í løgtingsins mentunarnevnd liggja í føstum pendulfarti millum ymisku sendingarnar hjá Kringvarpinum. Politiska skipanin er eftir orðafloyminum í kringvarpinum at døma eisini skelkað. Ein áhugaverdur spurningur er, hvør tað er sum roynir at kløkka politisku skipanina og um hetta ikki er ein roynd at rista meira pengar úr politisku skipanini.
Ein hóttan fyri privatu miðlarnar
Støðan í Kringvarpinum er ein beinleiðis hóttan fyri privatu føroysku miðlarnar, tí Føroyska Kringvarpið opererar á privata lýsingamarknaðinum, og nú endarnir ikki longur røkka saman er stórur vandi fyri, at Kringvarpið verður enn meira aktivt á hesum sera avmarkaða marknaði.
Kappingarráðið ávarði í 2009 politisku skipanina ímóti at loyva kringvarpinum at kappast við privatar miðlar og heitti í skrivi á løgtingið um at taka hendan partin upp til nýggja viðger:
... Høvuðssjónarmið Kappingarráðsins er, at lógaruppskotið brýtur grundleggjandi við meginregluna um at almannakringvarp (public-service) bert, ella í høvuðsheitinum, verður fíggjað við lógarásettum lurtara- og hyggjaragjaldi. Um føroyska lógin hevði havt somu kappingaratlit sum til dømis tann danska og tann norska lógin, høvdu inntøkukeldurnar verið munandi avmarkaðar í mun til frammanfyristandandi.
Sambært lógaruppskotinum fær Kringvarp Føroya allar teir inntøkumøguleikar sum almannakringvarp hava og harafturat teir inntøkumøguleikar sum aðrir miðlar skulu hava at lívbjarga sær við. Í so máta er eingin javnsetan av almenna kringvarpinum. Skuldi ein rímulig avleiðing av valdu inntøkuskipanini verið tikin, so skuldi aðrar rásir/miðlar fingið part av einum kringvarpsgjaldi. Tað fáa tey ikki í dag, og heldur ikki smb. lógaruppskotinum.
Úr donsku lógini:
”§ 15. DR er en selvstændig offentlig institution.
Stk. 2. DR’s virksomhed finansieres gennem DR’s andel af licensafgifterne samt gennem indtægter ved salg af programmer og andre ydelser, tilskud, udbytte, overskudsandele m.v. DR kan ikke oppebære reklameindtægter fra programvirksomheden og public service-aktiviteter på internettet.
Stk. 3 DR kan optage lån på almindelige markedsvilkår til finansiering af institutionens investeringer, forudsat at den samlede lånoptagelse ikke overstiger 4 pct. af indtægterne ifølge seneste regnskab. Lånoptagelse herudover skal godkendes af kulturministeren.
Kappingarráðið skal við hesum heita á Mentamálaráðið at umhugsa lógaruppskotið enn einaferð við atlitið til hvørjar inntøkumøguleikar Kringvarp Føroya eigur at hava. Hesum viðvíkjandi vilja vit mæla til at skipaninar í grannalondunum verða nýttar sum fyrimynd.
Vegna Kappingarráðið
Terje Sigurðsson