Kringvarpið kreppufund um sjónvarpið

Leiðslan í Kringvarpinum hevur ikki skil fyri sjónvarpi og kann leiðslan ikki skapa frið, má hon leggja frá sær. 28 av 29 í sjónvarpinum rópa neyðarróp til Kringvarpsstýrið. Tey vilja sleppa at gera sjónvarp, men hava ongar ressursir. Seinnapartin mánadagin verður kreppufundur í Kringvarpinum

28 starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya hava sent neyðarróp til stýrið fyri Kringvarpið og avrit av neyðarrópinum til Anniku Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóra, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í Mentamálum og Løgtingsins mentanarnevnd, at tey aftur vilja sleppa at gera sjónvarp.

Tey 28 starvsfólkini siga stutt og greitt, at samanleggingin av stovnunum hevur verið ein katastrofa fyri sjónvarpið.

Víðari greiða tey frá ymiskum viðurskiftum, sum tey ikki halda vera nøktandi, og hava uppskot til, hvussu hetta skal broytast.


Stýrið sær álvaran

Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, staðfestir, at hetta er eitt mál, sum verður tikið í størsta álvara.

– Mánadagin hava vit fund um viðurskiftini, har leiðsla og starvsfólk vera við, so vit kunnu fáa greiðu á, hvat bagir sjúklinginum, sigur Rúni Heinesen.

Hann leggur afturat, at tað ikki er nakað nýtt, at arbeiðsviðurskiftini í sjónvarpinum eru verri enn hjá øðrum, og at Kringvarpið hevur ov lítið av peningi.

Høgni í Jákupsstovu, ein av teimum 28, sum hevur skrivað undir, umframt, at tað er hann, sum hevur sent teldubrævið til stýrið, skilir væl, at peningur manglar, men heldur ikki, at tað er ein umbering fyri øllum.

– Tingini, sum ikki kosta pening verða heldur ikki gjørd. Tað eru ongar ætlanir og visjónir, hóast leiðslan hevur sitið í eitt og eitt hálvt ár, sigur hann, og leggur afturat, at hóast bygnaðurin er gjørdur til 90 milliónir krónur, so er veruleikin bara 60 milliónir, og tí er tað løgið, at mann ikki vil broyta bygnaðin.


Raðfesting

Fremsta ynskið hjá starvsfólkunum í sjónvarpinum er at fáa økið raðfest, men hetta kann Rúni Heinesen ikki garantera.

– Í 2008 hevði Kringvarpið 68 milliónir tilsamans. Til framleiðslu í útvarpinum vórðu nýttar 12,8 milliónir og sjónvarpið nýtti 21,3 milliónir krónur. Har hevur tú lutfallið, og so kunnu fólk sjálvi meta um raðfesting, sigur hann, og leggur afturat, at tað er stjórin, sum er fult álit er á, sum situr við ábyrgdini.

Høgni í Jákupsstovu er ikki heilt samdur við Rúna Heinesen.

– Eg tími illa í eina diskutión við stýrið, men mann plagar at siga, at sjónvarp er sjey ferðir dýrari at gera enn útvarp, so kann eg siga sum formaðurin í stýrinum. Har hevur tú lutfallið.

Høgni í Jákupsstovu leggur afturat, at tað, sum tey føla, er at tað einasta, sum verður framleitt, er Dagur og Vika, 3-2 og nakrar dokumentarsendingar. Hetta er munin minni enn áðrenn samanleggingina.


Samskifti

Rúni Heinesen vísir á, at tað er líkt til, at ov lítið samskifti er í nógvum førum, og hesum tekur Høgni í Jákupsstovu undir við.

– Sjónvarp er nakað mann ger saman, men vit eru býtt upp í tríggjar ymiskar deildir í mun til tvær, so múrarnir eru bara blivnir hægri. Samstundis situr leiðslan í Sortudíki og vit vita ikki eingong, hvat ymisku pengarnir verða nýttir til.

Mánadagin verður so fundur millum starvsfólk, leiðslu og stýri.