Var hann høvuðspersónurin, so var hon stjørnan á pallinum hetta kvøldið - tann bert 17 ára gamla Kristel.
Við frálíku sangrødd síni bergtók hon allar áhoyrarnar, og tað var ikki frítt, at faðir hennara sat so errin á pallinum og lýddi á sangir hennara.
Hóast fullsettu høllina í Mentanarhúsinum, so tóktist hetta als ikki at rína við hetta unga sangtalentið.
Týðiligt var at pallurin var ikki eitt fremmant stað fyri hana.
Hann var - og verður vónandi eisini staðið hjá Kristel Lisberg í framtíðini.
Koma langt
Undan konsertini varð nevnt, at tey bæði helst ikki koma at syngja so øgiliga nógv saman aftrat.
Hetta var kanska næstseinastu ferð at tey bæði stóðu á palli saman á henda hátt. Orsøkin er hin einfalda: Kristel ynskir at ganga egnar leiðir á tónlistarliga økinum.
Hóast hon fyri stuttum er farin um tey 17, og er annars ein vanlig skúlagenta í 10. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, so hevur hon longu lagt sær ætlanir fyri framtíðina: Uttanfyri 200 fjórðingar liggja tær stóru tónlistarligu avbjóðingarnar og bíða.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta, men við teirri sanggávuni hon hevur, er lítil ivi um at hon kann koma langt.
Tað prógvaði hon so í øllum førum fyri áhoyrarunum seinasta leygarkvøld.
Besta røddin
Sjálv ynskir Kristel ikki at gera so nógv burtur úr sær sjálvari.
Umboðið fyri tíðindatænastuna hittu hana eftir konsertina, og tað var ikki frítt, at hon sjálv var sera fegin um framførsluna.
Tað kundi kanska undra onkran, at teir flestu áhoyrararnir vóru fólk í góðum aldri. Lítið sást til tað unga fólkið, sum vildu hoyra eina unga føroyska songkvinnu syngja nakrar av sínum sangum.
Júst hetta við aldrinum á áhoyrarafjøldini er kortini ikki nakað, sum kemur óvart á hana. Hetta er ikki fyrstu ferð at hon hevur verið í líknandi støðu.
- Nei, hetta eri eg so von við. Tað er altíð soleiðis, tá eg syngi saman við pápa mínum.
- So hetta leggi eg ikki so nógv í, sigur Kristel.
Hon verður avbrotin av einum manni, sum fegin vil siga henni, at hon er ein av bert tveimum føroyingum sum hava ta allar bestu røddina.
Kristel takkar fyri, og so fer hesin maðurin víðari.
Øll kenna pápan
At Kristel hevur fingið áhuga fyri sangi kann ikki sigast at vera annað enn natúrligt.
Í familjuni hevur sangur altíð verið á skránni - ikki bert sangurin sjálvur, men eisini skriving av sangum og løgum.
Hetta hevur eisini havt sína stóru ávirkan á Kristel, og hevur hon longu nú - hóast sín unga aldur - verið við í nøkrum útgávum.
Men, hvussu ávirkar tað hana, at vera dóttir til ein so kendan sangara sum pápi hennara í roynd og veru er.
- Tað er lætt hjá fólki at vita hvør eg eri: Tá tey spyrja meg eftir familjuni, so sigi eg, at eg eri dóttir Jens Lisberg.
- So siga tey: Åh, hann sum syngur! So vita tey beinanvegin, hvør eg eri, sigur Kristel.
At tey aftur hesaferð stóðu á palli saman er bara nakað, sum Kristel er vorðin so von við gjøgnum árini.
Út um 200 fjórðingar
Men sum skilst kemur ein broyting at henda í næstum. Eftir lokna skúlagongd í summar hevur hon sett sær eitt mál fyri: At royna seg í útlandinum.
- Eg ætli mær at ganga egnar leiðir, og satsa uppá tónleikin, sigur hon.
Hvørjar hesar leiðir eru og hvagar leiðin ber, er ov tíðliga at siga nakað um enn.
Men tíðin fer at uttan iva at prógva at við slíkari rødd ber til at koma langt - eisini langt út um 200 fjórðingar!