Kristian bjargaði Sundalagnum

EB/Streyma málverjin bjargaði fleiri ferðir meistarliga, tá ið tað í kvøld endaði málleyst á Skála

Síðsta bríksl hevur verið undir Mýruhjalla, har EB/Streymur í góðveðrinum í kvøld var gestur hjá Skála.

 

Heimaliðið var leikliga størsta partin av tíðini omaná. Báðir partar vístu góðan hugburð, og spælararnir løgdu heilt nógv fyri.

 

Skála hevði leingi betri tak á spælinum, og tað var ikki so undarligt, at heimamenninir løgdu heilt nógv fyri í royndini at vinna fyrsta sigurin, men tað eydnaðist ikki, tí úrslitið var málleysur javnleikur.

 

Í seinna hálvleiki spældi Skála seg til tveir heilt góðar málmøguleikar. Tann fyri var, tá ið Poul Kallsberg eftir skjótt álop og innlegg var leysur í brotsteiginum, men Kristian Joensen í EB/Streyma málinum bjargaði meistarliga væl.

 

Og í seinna førinum var tað miðvallarin Pætur Dam Jacobsen, sum eftir gott álop var í góðari støðu, men aftur var Kristian Joensen ein brarndur.

 

EB/Streyma málverjin var av álvara eyðsýndur í kvøld.

 

-Vit høvdu tríggjar stórar møguleikar at skora mál, og eg haldi, at vit áttu at vunnið. Í Runavík fyri einari viku síðani spældu vit okkum til møguleikar, men vit skoraðu bara við brotssparki, og í kvøld megnaðu vit ikki at skora, hóast tað vóru møguleikar til tað. Tað harmar okkum, men kortini mugu vit ásanna, at tað at enda var um reppið, at teir fóru við øllum. Spælið gongur væl, og serliga í fyrra hálvleiki í kvøld spældu vit væl, sigur Skála venjarin Michael Bjørn Nielsen við Rás1 hjá Televarpinum.

 

EB/Streyma spælararnir runnu í longum løtum nógv aftaná, men kortini høvdu teir síðstu løtuna orku at spæla seg til tveir stórar møguleikar.

 

-Vit ætlaðu at vinna, men tá ið tað ikki eydnaðist at skora, so var eitt stig í part eitt rímuligt úrslit í ikki serliga væl spældum dysti, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.

 

-Allir arbeiddu nógv, og Skála hevur betri lið enn at vera í botninum. Nú hava vit spælt tríggjar dystir á rað uttan at tapa – tveir sigrar og ein javnleikur, staðfestir Jákup Martin Joensen.

 

 

 

Skála – EB/Streymur 0-0

 

Dómari: Alex Troleis

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard (Karl Martin Johansen, 64.), Pætur Dam Jacobsen (Martin Johansen, 91.) – Jan Ingason Hansen, Steinbjørn Olsen, Emil Weihe Joensen – Poul Kallsberg

 

Gult kort: Vukasin Tomic, Ari Ó. Ellingsgaard, Teitur R. Joensen

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Rói H. Olsen, Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen – Niklas T. Kruse, Dánjal Godtfred, Elias El Moustage, Niels Pauli Danielsen (Tóki H. Johannesen, 58.), Jóhann Hansson Joensen – Filip Djordjevic, Gutti Dahl-Olsen

 

Gult kort: Árni G. Olsen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen