Kristian formaður í tingbólkinum

Tað verður Kristian Magnussen, sum verður nýggjur formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, nú Jóannes Eidesgaard varð valdur til løgmann og harvið ikki longur er partur av tingbólkinu

Kristian Magnussen, sum var fyrstvaldi tingmaður hjá Javnaðarflokkinum í Havn, hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkinum síðani 1998. Hann kom fyrstu ferð á ting í 1994 fyri Verkamannafylkingina og sat eisini eitt skifti í landsstýrnum við heilsu- og almannamálum.
Formaðurin í tingbólkinum er hann, ið skipar fyri organisatoriska arbeiðinum hjá tingmonnunum og hann, ið úttalar seg vegna flokkin á tingi.

:::MYNDATEKSTUR::::

Kristian Magnussen verður formaður Javnaðarfloksins á tingi