Kristian Magnussen 50 ár

Í dag, mikudagin 22. februar, fyllir Kristian Magnussen løgtingsmaður í Havn 50 ár.

Kristian er vágbingur, sonur Miu og Eliesar Magnussen.

Kristian er útbúgvin skrivstovumaður og sosialráðgevi. Hann byrjaði sum sosialráðgevi á Almannastovuni, og seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum sosialráðgevi hjá Tórshavnar kommunu, har hann er í farloyvi í løtuni.

Hann hevur verið løgtingsmaður síðan 1994, frá 1994-1998 var hann valdur fyri Verkamannafylkingina, og síðan 1998 hevur hann verið valdur fyri Javnaðarflokkin.
Frá 1996 til 1998 var hann landsstýrismaður umboðandi Verkamannafylkingina.
Hann hevur stóran áhuga í samfelagsligum viðurskiftum og gongur høgt upp sítt starv sum politikari.

Kristian hevur eisini stóran áhuga fyri fótbólti og er Chelsea viðhaldsmaður um ein háls. Hann hevur fleiri ferðir saman við øðrum verið í Onglandi og hugt at dystum, tá Chelsea spælir. Í føroyskum fótbólti er tað nokk VB, sum stendur hansara hjarta næst. Sjálvur hevur hann spælt flogbólt í mong ár. Hann er eisini tónleika áhugaður og heldur nógv av danska bólkinum "Gnags".

Kristian er giftur Bjørg Róin úr Havn. Tey eiga trý børn: Rúni, 33 ár, Sharda, 23 ár, og Bogi, 18 ár. Rúni og Sharda búgva í Keypmannahavn. Eisini eiga Bjørg og Kristian abbasonin Mattias, sum tey ganga sera høgt uppí, og ikki at gloyma hundin, Golden Retrievarin "Chico".