Tað var eftir javnleikin ímóti B71 sunnudagin at leysasøgur gingu um, at B36 hevði sagt venjarunum, Sigfríði Clementsen, úr starvi. Tað avsanna nú bæði formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, og stjórin í P/F FC Tórshavn, sum rekur 1.liðið hjá B36, Bárður Simonsen.
- Tað passar ikki, Sigfríður Clementsen er framvegis venjari hjá B36 og tað liggur fast, sigur Kristian á Neystabø greiður, tá Sosialurin spyr um nakað hald er í søguni um at B36 hevur sagt venjaranum úr starvi.
Sigfríður Clementsen varð í fjør uppsagdur í EB/Streymi og kom aftur til B36 at hjálpa teimum úr niðurflytingarvandanum. Sigfríður var í 2005 og 2006 venjari hjá B36 við góðum úrslitum. Millum annað eydnaðist tað teimum at spæla seg víðari úr fyrstu rundu í UEFA Cup og Champions League umframt at vinna eitt meistaraheiti.
- B36 hevur ongar planir um at skifta venjara. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið enn tað, sigur Bárður Simonsen, sum er stjóri í P/F FC Tórshavn, sum rekur 1.liðið hjá B36.
B36 hevur í ár havt tað trupult í landskappingini. Teir byrjaðu væl og vunnu tríggjar teir fyrstu dystirnar, men síðani tá hava teir ikki vunnið í landskappingini. Teir taptu eisini samanlagt fyri EB/Streymi í hálvfinaluni í steypakappingini.