Í gjár vardi Kristianna Lund Dam ph.d.ritgerð í Kongshøll í Havn. Ritgerðin snýr seg um upplivingar hjá fólki, sum eru vaksin upp við álvarsliga sálarsjúkum foreldrum.
Heiti á ritgerðini er: "At navigere i en paradoksal tilværelse: En kvalitativ undersøgelse af barndommen og voksenlivet hos voksne børn, der er vokset op på Færøerne, sammen med forældre ramt af svær psykisk sygdom". Ritgerðini er sett saman av trimum vísindaligum greinum og einum samandrátti.
Høvuðsvegleiðari var Elisabeth O. C. Hall, RNT, MScN, PhD, Professor Emerita á Aarhus Universitet. sum eisini er adjungeraður professari í sjúkrarøktarfrøði á Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Tóra Petersen, sálarfrøðingur ph.d., hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Frederik Alkier Gildberg (formaður), ph.d., lektari í Retspsykiatri CPS, Institut for Regional Sundhedsforskning, Sundhedsvidenskabeligt Fakultet, Syddansk Universitet, og lektari í Retspsykiatri & granskingarleiðari á Psykiatrisk Afdeling Middelfart, Psykiatrien Region Syddanmark.
Kelda: Gransking.fo