- Kristin fær ikki svar í dag

Tað verður ein av døgunum.

Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag segði við in.fo fyrr í vikuni, at hann fór at svara Kristin Michelsen uppá spurningin um framtíðina í dag. 

 

Kristin Michelsen sendi skriv til felagið har suðuri og til Javnaðarflokkin, har hann spurdi, um hann framvegis var ynsktur í flokkinum. 

 

Enn hevur Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag ikki svarað Kristini Michelsen og tað verður heldur ikki í dag, hóast tað varð fráboðað mánadagin. 

 

- Tað hevur ongan hast, so tað verður ein av døgunum, sigur Signar Dam. 

 

Tað er ein heldur óvanlig støða viðvíkjandi Kristini Michelsen júst nú. Meðan hann er javnaðartingmaður á Føroya løgtingi, er hann ikki javnaðarborgarstjóri á Tvøroyri.