Kristina Háfoss hevði eingi prógv

Hon hevur ongi prógv fyri sínum skuldsetingum, men hon hevur nakrar ábendingar

 

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað

Tað eru eingi prógv fyri, at talið á børnum í fátækaváða vaks, ímeðan undanfarna samgonga sat við valdið.

Tað staðfestir Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og onnur í samgonguni, hava fleiri ferðir ført fram, at talið á fátækum børnum í Føroyum vaks nógv ímeðan undanfarna samgonga sat.

Tí vildi Jenis av Rana hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvørji Hagtøl, hetta páhaldið byggir á.

Hann sigur, at ongi nýggj hagtøl eru fyri hetta, tí tey nýggjastu hagtølini eru fyri 2013, og hann heldur ikki, at tey kunnu brúkast í dag.

 

Kristina Háfoss váttar, at eingi hagtøl eru fyri 2014 og 2015, men at tað byggir á ábendingar, tá ið tað verður sagt, at talið á fátækum børnum er vaksið.

 

- Hagtøl eru ikki tøk, sum vísa prosentvísu tølini yvir børn í fátækaváða fyri øll árini í tíðarskeiðinum 2010 til 2015, men til og við 2013, sigur hon.

 

Hon sigur, at hagtølini vísa, at prosentparturin av støkum uppihaldarum í fátækaváða, har yngsta barnið er 0-5 ár ár, hækkaði úr 54 prosent í 2010 upp í 68,4 prosent í 2013.

 

Sostatt vóru meiri enn tveir triðingar av teimum í fátækaváða, tá.

 

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa somuleiðis, at fyri stakar uppihaldarar, har yngsta barnið er 6-17 ár, hækkaði prosentparturin av teimum, sum eru í fátækaváða, úr 30,6 prosent í 2010 upp í 36 prosent í 2013. Tað er meiri enn ein trðingur.

 

Kristina Háfoss sigur, at ein onnur ábending um at talið á børnum í fátækaváða er alsamt hækkandi, er, at hesi seinastu árini er tørvurin á jólahjálp frá átakinum, Í Menniskjum Góður Tokki, verið veksandi.

 

Hon sigur, at tá ið tosað verður um fátækaváðag, verður mátistokkurin hjá ES brúktur, og hann sigur, at fólk eru í fátækaváða, tá ið inntøkan er minni enn 60 prosent av miðinntøkuni.

 

Miðinntøkan er IKKI miðalinntøkan, men tann mittasta inntøkan. Tað merkir, at helvtin av fólkinum hevur hægri inntøku og helvtin hevur lægri inntøku.

 

Her verður hugsað um tøka inntøkan eftir at skatturin er goldin, men síðani verða eisini aðrar útrokningar gjørdar. Útrokningarnar vísa, at fyri 2013 skuldi ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, hava eina tøka inntøku upp á 204.940 krónur, fyri ikki at vera í fátækaváða. 

 

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað

Kristina Háfoss hevði ongi hagtøl, sum prógva páhaldið, men gongdin bendir á tað