Kristus, sosialisma og hvítleykur

"Navnleysir vegir" ein nýggj og góð skaldsøga um Ísland í 20. øld
eftir Einar Már Gudmundsson

"Menniskjuni skapa teirra egnu søgu, men ikki sum tey sjálvi vilja, ella undir viðurskiftum tey sjálvi hava valt, men undir viðurskiftum, sum tey beinleiðis liva undir (...) Siðirnir frá øllum teim deyðu ættarliðunum hvíla sum ein marra yvir teim livandi"
Karl Marx




Vit menniskju skapa okkara egnu søgu, men ikki er ofta, at vit enda við at liva undir viðurskiftum, ið vit sjálvi hava valt. Hetta er tað fyrsta vit kunnu lesa í nýggju skaldsøguni hjá Einar Már Gudmundsson "Navnleysir vegir". Orðini eigur Karl Marx, men ikki er hetta nøkur kommunistisk bók, hetta er ikki so frægt sum sosialrealisma ella sosialistisk realisma, men nakað heilt annað, nevniliga ein poetisk realisma.

Hin vegin so møta vit kommunistum, men eisini hvítleyksetandi vegetarum, kapitalistum í stíli við Onkel Joakim, playboyarum, kristnum, sosialistum, elskarinnum, taxasjaførum, teim sum hava uppgivið alt, tey sum búgva í barakkum, teim sum lívið tók eina skeiva vend, alkoholikarum men mest av øllum eru vit í samkomulag við menniskjanum. Vit hoyra horvnar røddir hjá teim gloymdu, tey eingin virdi, teim sum lossaðu á kaiini, koyrdu taxa og børsaðu. Stutt sagt skrivar Einar Már søguna hjá norðurlendsku undirstættini. Við hesum gevur hann eisini gloymskuni mál, men ikki er hetta bert eitt "dokument" ella dokumentarisma, men ein hásangur til gerandisdagin til kaffikrúss við sukurmolum, til brotnaðar takrennur, til livað sum til ólivað lív, stutt sagt til alt tað navnleysa og tey navnleysu, ið hansara hjarta brennur fyri. Sum eitt stórt menniskja og ein stórur høvundi rúmar hann tey hann skrivar um, og setir seg ikki at fordøma ella at politisera óbeinleiðis. Hetta er langt frá boðskapismu og indigneraðari sosialrealismu og meiri í ætt við saga og stóran poesi, sprottin sum ein illamansblóma gjøgnum ein sementeraðan veg.
Triðja søgan kanska av tíggju
Við skaldsøguni "Nafnlausir vegir", ella "Navnleysir vegir" hevur Einar Már Gudmundsson skrivað triðu skaldsøguna í hesi røðini um eina fátæka íslendska familju í fyrru helvt av 20. øld. Tær fyrru, ið eg havi lisið við stórum áhuga vóru "Drømme på jorden" og "Fodspor på himlen" hesar frá 1999 og 2000. Í hesum bókum, ið kunnu lesast hvør sær, eru høvuðspersónarnir ein stórur systkinaflokkur, av so fátækari ætt, at øll vóru send í onnur heim at liva. Rundan um henda systkinaflokk og henda sosiala og menniskjaliga sorgarleik hevur Einar Már Gudmundsson spunnið søgugongdina. Hann segði sjálvur, at hann hevur útfylt holini, so man skal ansa sær at lesa hesar bøkur sum ævisøgur. Høvundar eru ikki vísundafólk og listafólk fáa sum einki 2 og 2 at verða 5. Men óivað er eitt element av ævisøgu í hesum stóra verki.
Danski týðarin segði frá, at Einar Már familjan javnan setti seg í samband við hann, og spurdi, um tey ikki kundu sleppa uppí part í hansara bókum. Týðarin roknaði við, at Einar Már fer at skriva eini tíggju bøkur yvir hetta stóra og góða evni. Kanska hevur høvundin júst her funnið sítt evni! Tá er mangan meiri torført hjá føroyskum høvundum at sleppa at skriva í frið, bæði William og Heðin Brú hildu lítið um, hvussu føroyingar feillósu skaldsøgur, sum um allir persónarnir vóru veruligir. Her er munurin helst á Íslandi, at tey altíð hava virt skaldskap og høvundar, heilt aftur í miðøldina vóru bøkur dýrgripir, meðan føroyingar einans vildu lesa Brockmann og syngja Kingo, og jú kvæði vóru tí betur ein stimbran. Hin vegin so íður av góðum søgum í teim modernaðu Føroyum og annar hvør føroyingur er sum tikin úr leikum sum frásøgufólk, hvat røðin av sendingum hjá Niels Juul Arge og Marionnu Debes Dahl vitna um.
Ívar hvítleyksátarin og eksentrikarin
Allir teir stóru frásøgumenninir og fantastarnir, sum søgdu frá søgum, men nóg illa dugdu at skriva sítt egna navn, fáa í bókunum hjá Einar Már eina rødd. Hesar skaldsøgur eru bæði um tey og til tey, tí týðiligt er, at stórleikin hjá hesum høvundanum er, at hann hevur eina samkenslu við øllum hesum óeydnisfuglum og droymarum. Sum Ívar pápabeiggin, ið av og á livir eitt jetset-lív í Alpunum, har hann rennur á skíðum gjørdar av fílabeini (sigur hann sjálvur) og er trúlovaður einari aðalskvinnu. Ívar er ein fanatiskur vegetarur og ítróttamaður, sum megin partin av degnum svimur á sjónum, situr hann ikki telgir hvítleyk niður í seg, ið hann meinar kann grøða allar sjúkur í heiminum. Hann er sannførdur um, at hann fer at gerast 150 ára gamal, men hann doyði nú sum ein tann fyrsti av systkjunum.
Ragnar ? hin særda hetjan
"Ragnar var ikki nóg nógv virðismettur, meðan hann livdi, tá hann doyði vuksu veingir úr honum. Eftir hetta fleyg hann rundan um bláa himmalin sum ein fuglur á summarins klárasta himmali, sveiptur í einum ævigum farra"
Hin pápabeiggin, Ragnar, hoyra vit eisini nógv um. Ragnar var av størstu monnum og hildin at vera ein hin sterkasti maðurin í Íslandi. Ein sonn legenda, tí hann yvirlivdi Spanska Borgarakríggið og kom heim aftur sum ein hetja. Eisini Ragnar er innast inni ein veik sál, sum situr einsamallur fullur og grætur um síni sár á likam og sál. Man kann ikki veruliga ímynda sær, hvønn vána sosialan arv hesi systkin hava fingið, sum Ragnar so endurtekur yvir fyri egnum børnum. Hetta er serliga tragiskt, tí Ragnar og systkin hansara vóru flutt í allar ættir sum børn, tí pápi teirra drakk heimið og familjuna í sor. Vit kunnu ímynda okkum eitt hav av tárum, ið fleyt um alt Ísland frá hesum børnum. Kona Ragnar Helga er ikki ein og hvør, hon byrjar fyrst at fara á møti í samkomum, men seinni verður hon vald inn í býráðið í Reykjavík, tí hon býr í teim illa gitnu barakkunum, har tey fátæku í Reykjavík hildu til eftir annan heimsbardaga.
Pína og humor
Hendan triðja skaldsøgan hevur samu leysa bygnaðin, við stuttum smásøgukendum dámi, sum mangan minnir meiri um munnliga frásøgn enn um eina vanliga skaldsøgu. Eitt sereyðkenni í øllum skaldskapinum hjá Einar Már er humor, men eisini pína. Hesi fyribrigdi eru ikki mótsetningar, tí mótsetningurin til humor er ikki-humor, t.v.s. álvarsemi og mótsetningurin til pínu er fráverandi pína, eydna ella okkurt tílíkt, sum nærum eingin meining er at skriva um. Humor er ikki at siga frá smáum skemtisøgum, hetta er nógv meiri ein máti at síggja tilveruna. Mangan er tragikkurin mest týðuligur í tí komiska. Og hin vegin er humorurin mangan at hóma í tí tragiska. Hjá Einar Már Gudmundssyni finna vit stórt hugflog og ein tráð av modernaðari søgn og heimstaðarforteljara. Tað eru altíð djúpt tragiskar søgur, men skrivaðar við humor og ikki minst og mest umráðandi av øllum, man kann merkja, at Einar Már elskar hesi øru mannabørn á fold og gevur teim ein djúpan og rørandi gravstein í hesi livandi og poetisku skaldsøguni frá 20. øld. hon sum nú er farin.
At lesa hesar bøkur fekk meg at hugsa, at tað er nú harmiligt, at yngra ættarliðið av føroyskum høvundum ikki tora at taka tøk við gerandisdagin og t.d. tora at troyta eina milda poetiska realismu. Undantøk eru so sum Hanus Kamban, Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal og Jens Pauli Heinesen, men hesir eru ikki heilt ungir longur. Tónleikalívið blómar, men vit fáa ikki so frægt sum eina nýggja skaldsøgu um árið. Tað er sum um nógv halda, at man skal skriva sum hin avlagaði høvundin Carl Johan Jensen, hvørs bøkur, sum eingin lesur ella dugir at lesa, snúgva seg um einki og eru málsliga so hermetiskt lokaðar, at tær drepa seg sjálvar í ilttroti og málsligum ovurviðkvæmi. Í so mun hevur hesin postmodernaði andin bert skaða føroyskan skaldskap og CJJ (og yngri epigonar) hava ikki annað enn rætt fólk í Føroyum frá at skriva, tí hann ikki tolir frásøgukynstur ella at skaldsøgur royna at byggja á eitt áhugavert tilfar og ikki okkurt málfilosofiskt lort. CJJ er hin mest sjálvyvirmetta sperruballónin sum nakrantíð hevur skrivað á føroyskum. Og sum við øllum ballónum, fer luftin av teimum við tíðini.
Í mun til hetta er tað altíð gleðiligt at lesa modernaðar (veruligar) høvundar, ið hava okkurt uppá hjarta, annað enn at skriva um seg sjálvar, sum Einar Már Gudmundsson, Mikael Niemi er ein annar úr Svøríki sum eg haldi vera góðan. Keypið ikki bert hesa bókina, men allar sum Einar Már hevur skrivað tey seinastu tíggju árini.

Einar Már Gudmundsson: "Navnløse veje" Skaldsøga kom út 4. november 2003. Týtt hevur Erik Skyum-Nielsen. Útkomin á forlaginum Vindrose, 189 síður, 249 krónur.