15 ára gamla, Kristvør K. Clementsen, kann kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði sera sannførandi róður og læt ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni

Kristvør K. Clementsen heimsmeistari í innirógving

Tað gjørdist eitt framúr gott vikuskifti hjá føroysku landsliðsrógvarunum til HM 2026 í inniróðri

15 ára gamla, Kristvør K. Clementsen, kann kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði sera sannførandi róður og læt ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni

- Fyrstu heiðursmerkini eru komin í hús, harímillum eitt heimsmeistaraheiti, og heili sjey rógvarar hava tryggjað sær pláss í níggju finalum. Harumframt vórðu eitt ótal av persónligum metum sett.

 

Soleiðis siga tey í Róðrarsambandi Føroya.

 

- Í ítróttarhøllini á Kambsdali var bæði ítróttarligt og sosialt lív. Tað gevur nakað eyka, tá so nógv savnast at kappast og stuðla. Áskoðararnir vóru væl møttir og skaptu góðar karmar um føroysku luttøkuna.

 

Heimsmeistari í U17 – 5000 metrar 

 

Unga hoyvíksgentan, Kristvør K. Clementsen, kann nú kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði ein sera sannførandi róður og læt ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni. Við hesum er hon fyrsti heimsmeistarin í U17 á 5000 metrum.

 

Silvur eftir dramatiskan róður

 

Í aldursbólkinum 45–49 ár vann Jóhanna av Steinum silvur á 5000 metrum. Hon hevði eina spennandi uppgerð við bretsku Nicole Johnson. Eftir at hava togað seg framum í miðróðrinum og ligið á odda stóran part av teininum, varð hon yvirhálað seinastu metrarnar eftir ein harðan endaspurt frá mótstøðukvinnuni. Ein sera sterk og heiðurlig silvurmedalja.

 

Føroyskir finalistar – leygardagin 28. februar

 

Hesi hava kvalifiserað seg til finalurnar:

 

Vár G. Hansen – 1 minutt og 1000 m

Sarita K. Hansen – 1 minutt og 5000 m

Jóhanna av Steinum – 1 minutt

Vár í Húsunum – 1 minutt

Kristvør K. Clementsen – 1000 m

Símun Heinesen – 5000 m

Pauli Joensen – 1000 m

 

Tað var um reppið, at Pauli og Kristjan rukku finalunum á 1 minutt teininum. Teir vóru ávíkavist tveir og tríggir metrar frá einum finaluplássi. Hetta vísir, hvussu hørð og jøvn kappingin var, og hvussu smálutir kunnu gera munin á hesum stutta og intensiva teinini.

 

- Næsta vikuskifti kappast tey um heiðursmerkini í finalunum á 1 minutt og 1000 metrum. Tá samlast vit aftur í fimleikahøllini í Fuglafirði, siga tey í róðrarsambandinum.

 

Úrslit – 1 minutt (top 6 = finalupláss)

 

U17

 

Vár í Húsinum – Nr. 2 = 322m PB

 

(17–18 ár)

 

Pauli Joensen – Nr. 7 = 372m PB

Nóa Rúnason – Nr. 8 = 366m

Milan Guðjónsson – Nr. 8 = 366m PB

Tóri Zachariasen – nr. 13 = 353m PB

(23–39 ár)

 

Hans Jóse Poulsen – Nr. 18 = 394m PB

Vár G. Hansen – Nr. 1 = 364m

23–39 LW

 

Sarita K. Hansen – Nr. 4 = 316m

40–44 LW

 

Kristjan Madsen – Nr. 8 = 342m PB

(45–49 ár)

 

Jóhanna av Steinum – Nr. 2 = 339 PB

(55–59 ár)

 

Jóna Danielsen – Nr. 10 = 288m PB

Úrslit – 1000 metrar (top 6 = finalupláss)

 

U17

 

Kristvør K. Clementsen – Nr. 6 = 03:40.8 PB

(17–18 ár)

 

Pauli Joensen – Nr. 3 = 02:59.8 PB

Poula Christiansen – Nr. 8 = 03:38.8

(23–39 ár)

 

Hans Jóse Poulsen – Nr. 10 = 02:52.8 PB

Vár G. Hansen – Nr. 5 = 03:21.3

23–39 LW

 

Sarita K. Hansen – Nr. 7 = 03:32.1

Úrslit – 5000 metrar

 

U17

 

Kristvør K. Clementsen – Heimsmeistari = 20:20.3

(17–18 ár)

 

Tóri Zachariasen – Nr. 7 = 18.19.1 PB

(23–39 ár)

 

Símun Heinesen – Nr. 5 = 16:38.9 PB

23–39 LW

 

Sarita K. Hansen – Nr. 2 = 19:45.0

(45–49 ár)

 

Jóhanna av Steinum – Silvur = 19:24.6

 

- Nógv flott úrslit, ið enn einaferð staðfesta, at føroyskir rógvarar standa sterkir í altjóða høpi. Við heimsmeistaraheiti, silvuri, sjey finaluplássum og einum hópi av persónligum metum hevur føroyska landsliðið lagt eitt sera gott grundarlag undan finalunum, siga tey í Róðrarsambandi Føroya

 

15 ára gamla, Kristvør K. Clementsen, kann kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði sera sannførandi róður og læt ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni