Í kvøld vann Kroatia triðja stórsigurin í fýra møguligum undankappingardystum í hesari HM-undankappingini. Tað er bara á Tórsvølli, at Kroatia ikki hevur vunnið stórsigur.
Í kvøld vann Kroatia í okkara undanbólki, bólki L stórsigur 4-0 á Montenegro á Maksimir leikvøllinum í Zagreb.
Kroatia hevði bóltin 75 prosent av tíðini, og teir høvdu 13 royndir innanfyri málrammurnar, meðan Montenegro bert hevði eina roynd innanfyri málrammurnar.
9. oktober spælir Kroatia bólkafinalu móti Kekkia á útivølli. Vinnur Kroatia tann dystin er tað mest avgjørt, at kroatar vinna bólkin. Kroatar hava eisini heimadystir eftir móti Gibraltar og Føroyum, umframt ein dyst á útivølli móti Montenegro.
Kroatia-Montenegro 4-0 (1-0)
1-0 Kristijan Jakic ('35 )
2-0 Andrej Kramaric ('51 )
3-0 sjálvmál ('85 )
4-0 Ivan Perisic ('90+ )
Gibraltar-Føroyar 0-1 (0-0)
0-1 Martin Agnarsson ('68 )
Støðan:
1. Kroatia 4 dystir 12 stig +16
2. Kekkia 5 dystir 12 stig +5
3. Føroyar 5 dystir 6 stig -1
4. Montenegro 5 dystir 6 stig -5
5. Gibraltar 5 dystir 0 stig -15
9. oktober vera dystirnir: Føroyar-Montenegro og Kekkia-Kroatia.