KT-Mennari til FarPay
FarPay leitar eftir einum dugnaligum KT-mennara, ið hevur hug at arbeiða við nútímans cloud-tøkni og menning av skalerbærum loysnum.
Hjá FarPay arbeiða vit við einari framkomnari gjalds- og faktureringsskipan, ið hvørja viku serviserar fleiri milliónir brúkara. Skipanin er bygd á Microsoft tøkni og koyrir í Azure-umhvørvi, har vit støðugt menna og betra okkara pall.
Tú verður partur av einum toymi av royndum mennarum, har vit arbeiða saman um at skapa stabilar, skjótvirkandi og brúkaravinarligar loysnir til okkara kundar.
Starvið
Tú verður partur av okkara backend platform toymi, har tú arbeiðir við:
- einari stórari C# / .NET codebase
- okkara WebApplikatión og API
- Azure-bygdum processeringarloysnum
- integratiónum til gjalds- og bankainfrastruktur
Skipanin er bæði búgvin og í støðugari menning, og vit arbeiða eisini við at modernisera eldri .NET partar av pallinum.
Tínar uppgávur
- Menning av backend loysnum í C# og .NET
- Arbeiði við webtøknum eins og API
- Event-driven processering
- Integratiónir til gjaldsskipanir og bankar
- Arbeiði við relationellar databasar og Entity Framework
- Viðlíkahald og modernisering av okkara pallinum
Teknologi
Vit arbeiða m.a. við:
- C#
- .NET
- NET
- Entity Framework
- Azure Functions
- Azure Service Bus
- Azure Blob Storage
- Redis
- Application Insights
- AngularJS
Um teg
Vit leita eftir einum, sum hevur:
- Bachelor ella MSc innan datalogi, software engineering ella líknandi
- Góðar førleikar innan .NET / C# er ein fyrimunur.
- Áhuga í cloud tøkni og Azure
- Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í einum agilum toymi
Royndir við størri software-verkætlanum eru ein fyrimunur, men rættur hugburður og áhugi fyri menning viga nógv.
Hvat bjóða vit tær
Hjá FarPay gerst tú partur av einum agilum og fakliga sterkum toymi, har vit arbeiða eftir SCRUM leisti og hava stórt fokus á virðið, vit skapa fyri kundar okkara.
Vit bjóða:
- Spennandi arbeiði við modernaðari cloud-tøkni
- Eitt arbeiðspláss í vøkstri
- Møguleika at seta dám á bæði loysnir og arbeiðshættir
- Góð løn og setanartreytir eftir avtalu
Arbeiðspláss
Tú kanst velja millum okkara kontór:
Tórshavn
Skansavegur 1
100 Tórshavn
ella
Keypmannahavn
Wildersgade 15
1401 København
Umsókn
Send umsókn, CV og prógv til: job@farpay.fo
Umsóknarfreist: 1.maj. Vit ynskja at seta rætta persónin í starv skjótast gjørligt og viðgera umsóknir leypandi. Tí mæla vit til at senda umsóknina skjótast til ber.











