Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið, og Eiðis Ljómfelag spælir Skírishósdag klokkan 16.
Tiltakið endar 2. páskakvøld 6. apríl klokkan 19 við dansifelagnum á Látrinum.
Framsýning verður við leirlutum hjá Onnu Sofíu Egilstrøð og málningum hjá Ellindur Egilstrøð.
Eisini verða fotomyndir hjá Eiðis Fornminnisfelag sýndar fram.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
Skírishósdag klokkan 16:00 – Jógvan í Skorini, borgarstjóri setur tiltakið og Eiðis Ljómfelag spælir.
Langafríggjadag:
Klokkan 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin
Leygardagin 4. apríl:
Klokkan 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin
Páskadag:
kl 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin
Annan páskadag:
kl 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin. klokkan 19:00 er føroyskur dansur við Dansifelagnum á Látrinum.
Kolshøll er á Brekkuvegi 37 á Eiði.
##med2##
##med3##
##med4##














