Trump: - Iran fær 48 tímar!

- Latið Hormussundið uppaftur. Annars verða orkustøðirnar í Iran lagdar í grús, sigur amerikanski forsetin í kvøld

Amerikanski forsetin, Donald Trump, gevur nú Iran 48 timar til at lata Hormussundið uppaftur. 

 

- Um ikki, verða orkustøðirnar í Iran bumbaðar bæði sundur og saman, sigur hann.

 

Forsetin sigur, at USA fer at byrja við at bumba tað størsta iranska orkuverkið fyrst, ávarar amerikanski forsetin.

 

Hetta skrivar Donald Trump á sínum sosiala miðli, The Truth Social, í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Hormussundið er innsigllingin inn í Persaraflógvan, haðani 20 prosent av heimsins olju og gassi koma