Hetta vikuskiftið verður næstseinasta umfarið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum avgreitt.
Liðið hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax vann á heimavølli í Bavnehøj Arena 25-21 á Aarhus. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Lív skoraði trý mál og Vár skoraði tvey mál.
Ajax er næstfremst í deildini við 32 stigum, og tær koma at spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.
Liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg, Ydun tapti á útivølli 22-27 fyri Gudme. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Brynhild og Marianna skutu fýra mál hvør.
Ydun er triðaftast í deildini við 12 stigum. Vinnur Søndermarken heimadystin móti Fredericia í morgin er Ydun dømt til niðurflyting.











