KT-stevna í apríl

Í døgunum 20. og 21 apríl verður KT-stevna í Norðurlandahúsinum í Havn. Talan er um triðju KT-stevnuna, sum skipað hevur verið fyri. Tær báðar fyrstu vóru í ávíkavist 2002 og 2004, so tað sær út til, at ein slík stevna verður á skránni annaðhvørt ár.
Á stevnuni, sum KT-felagið skipar fyri, fer føroyska KT-vinnan at sína fram sínar førleikar, og eisini verða fleiri fyrilestrar á skránni við bæði føroyskum og útlendskum røðarum.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum stendur at lesa, at endamálið við KT-stevnuni er at varpa ljós á føroysku KT-vinnuna og skapa tilvitan um, at vinnan hevur nógv gott at bjóða, og at hon í stóran mun er før fyri at nøkta tann KT-tørv, sum er í Føroyum.