Løgtingsvalið
Fólkaflokkurin hevur lagt fram sína valskrá til løgtingsvalið 30. apríl. Ein faldari verður í tí sambandinum borin út í hvørt hús.
Slagorðini eru treyst, trygd og trivni, og millum yvirskriftirnar er vinnulív í fremstu røð.
Fólkaflokkurin hevur eisini tikið teir smærru vinnubólkarnar við í sína valskrá. Millum annað KT-vinnan verður umrødd.
?Búskapurin má fjøltáttast, og KT-vinnan skal tí gerast fíggjarliga sjálvberandi. Hon skal kunna menna, virka og selja dygdarvørur og tænastur á heimamarknaðinum og til útflutnings og á tann hátt skapa avkast í fríari altjóða kapping, stendur at lesa í valskrá Fólkafloksins.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at teirri politikkur á KT-økinum í stóran mun avspeglar tann politikk, ið landsstýrið hevur ført. Hann vísir samstundis á, at politikkurin hjá Fólkaflokkinum er í tráð við álitið um KT-vinnu, sum Vinnumálastýrið hevur latið úr hondum.
Nógva kjakið um fjarskiftisøkið hevur eisini vakt ans hjá Fólkaflokkinum, og hetta verður eisini nevnt í valskránni.
?Fyri at nøkta tørvin á fjarskifti verða javnbjóðis fortreytir skaptar fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum, stendur at lesa. Ætlanin er harumframt, at tað almenna skal ganga undan at nýta kunningartøkni.
Ferðavinnan
Fólkaflokkurin mælir til, at tað almenna tekur ein størri leiklut í at vekja áhugan fyri ferðavinnu í Føroyum.
?Landsins ferðavinna er arbeiðskrevjandi og virkar sum útflutningsvinna, tí hon dregur fremmant gjaldoyra til landið. Talið á ferðafólki kann økjast munandi uttan tilsvarandi íløgukrøv, tí partar av undirstøðukervinum longu eru til staðar, sigur altso Fólkaflokkurin.
Flokkurin er av teirri áskoðan, at tað, ið kann stimbra ferðavinnuna og gera hana kappingarføra við ta í grannalondunum, eigur at stuðlast.
Eisini verður mælt til at lækkað punktgjøldini á vørum, ið kunnu draga ferðafólk til Føroya.