Kuba hevur valt at náða yvir 2.000 fangum í tí, sum landið lýsir sum ein humaniteran gestus í sambandi við páskir.
Tað upplýsir kubanska forsetaskrivstovan í eini fráboðan.
Fólkini, sum verða leyslatin, eru millum annað ung, kvinnur og fangar yvir 60 ár, sum eftir ætlan skuldu latast leysir innan næsta hálva árið til eitt ár.
Útlendingar og kubanskir ríkisborgarar, sum búgva uttanlands, eru millum tey leyslatnu, men eingi ávís nøvn eru almannakunngjørd.
– Henda menniskjaliga og sjálvstøðuga gerð er grundað á eina gjølla meting av slagnum av brotsverkum, sum tey dømdu hava framt, teirra góðu atferð í fongslinum, at tey hava sitið ein munandi part av revsingini, umframt teirra heilsustøðu, upplýsir kubanska forsetaskrivstovan.
Fangar, sum eru dømdir fyri dráp, kynsligan ágang, rúsevnisbrotsverk, stuldur, ólógligt slátur av djórum og brotsverk móti myndugleikunum, verða ikki náðaðir.
At lata politiskar fangar leysar hevur leingi verið eitt lyklakrav hjá USA í mun til Kuba.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir givið ábendingar um møguleikan at yvirtaka Kuba.
Trump hevur áður sagt, at hann heldur, at hann fær "heiðurin at taka Kuba", og at hann gjarna vil síggja eina skipanarbroyting á Kuba.
Leyslatingin av fangunum kemur bert fáar dagar eftir, at USA lætti um de facto oljustongsulin á Kuba við at loyva einum russiskum tangaskipi at føra ráolju til brennievnissvøltandi oynna. Landið stríðist við streymslit dag og nátt.
Sambært forsetaskrivstovuni á Kuba er tað fimtu ferð síðani 2011, at landið náðar fangar - meira enn 11.000 fólk tilsamans.
Í sjey áratíggju hava kommunistisku myndugleikarnir á Kuba verið á mótsettu megin USA. Fátæka oyggjaríkið hevur tætt samband við m.a.
Ritzau/AFP










