Tveir fingu klipp í koyrikortið

Tað hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

 

Tað einasta, sum er skrivað í politirapportina er, at tveir bilførarar í Eysturoy vórðu máldir til at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 104 km um tíman, og hin koyrdi 103 km um tíma.

Í báðum førum blevi tað til eina bót og klipp í koyrikortið.