Kular Røtur hava konsert í Havn

Á konsertini verða, Kular Røtur, Trølla Pætur, Trølla Omman, Trølla Ossi, Trølla Ungin, Fjørðugentirnar, Erling Politisturin, Nósi, Jólamenn og Brandur Enni

 

Leygardagin verður stórt barna- og familjutiltak í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Á konsertini sum byrjar kl. 16.00 verður nógv spennandi. Umframt Kular Røtir verða eisini Trølla Pætur, hansara villa omma og Trølla Ungin at síggja og hoyra.

Sum øllum kunnugt, so hava tey júst nú útgivið eitt sjónband. Í filminum leita tey eftir Nósa, men verða alla tíðina órógva av Erling politisti. Fyrireikarnir siga í stuttari viðmerking, at bæði Erling politistur og Nósi verða við á konsertini. Spennandi verður at síggja, um Erling fangar trøllini hesaferð.

Við á konsertini verða eisini Trølla Ossi og tær 4 fjørðugentirnar, umframt at jólamennirnir vitja.

Brandur Enni, sum alla tíðina hevur verið ein týðandi partur av Kulum Rótum, kemur í mars út við nýggjari spennandi fløgu. Á konsertini leygardagin fer Brandur at geva áhoyrarnum ein forsmakk av hesari fløgu.