Onklur vildi kanska sett spurningin, hvat er so serligt við tí, og rætt er tað, at seinastu tíðina er ein øgilig rúgva av fløgum komnar.
Hetta ger kanska eisini, at fleiri av hesum drukna í allari rúgvuni, men sjálvur vænti eg ikki, at »Kular røtur« fær hesa lagnu.
Nýtt koncept
Talan er nevnliga um eina sera nýskapandi fløgu innan føroyskan tónleik. Fyri tað fyrsta, so er tað altso ikki serliga ofta, at barnafløgur síggja dagsins ljós her heima.
Gamaní hava nakrar verið, men felags fyri fleiri av teimum er, at tað í fleiri førum eru gamlir sangir, sum eru spældir inn av nýggjum.
Á hesari útgávuni er øðrvísi, við tað at nærum allir sangirnir eru nýggir. Talan er tilsamans 10 sangir, og av hesum er tað bert vælkenda »Karin«, sum hevur verið at hoyrt áður.
Har umframt verður nakað so forkunnugt sum eitt sjónband til keyps í sølubúðunum kring landið, har tvey av løgunum verða at síggja og hoyra, umframt at ein søga verður lisin upp, so manglar tú eina gávu til lítlabeiggja ella lítlusystiur, so nýtist tær ikki at leita longur.
Eisini verða ymsar plakatir at keypa, eins og grebini til ymsu løgini eru at síggja í fløguhúsanum, so alt í alt er talan um ein heilt nýggjan hátt at selja tónleik upp á her heima.
Videoløg og annað hevur sjálvandi verið roynt fyrr her á landi, men tað er meira undantakið enn reglan. At løgini so eisini eru til keyps í sølubúðunum er í hvussu so er heilt nýtt, og vónandi kann hetta vera við til at skumpa undir onnur tónlistafólk, soleiðis at tey eisini fara at royna nakað av tí sama.
Tað kann annars tykjast eitt sindur løgi, at somikið lítið hevur verið gjørt við videoløgini her á landi. Mitt og seinast í 80?unum vóru nøkur av hesum at síggja, og verður hugt at tøkniligu menningini seinastu árini, so átti tað í hvussu so er at verið nógv meira ómaksleyst at gera eitt videolag nú, enn tað var fyri 10 árum síðani.
Hví støðan er sum hon er, veit eg ikki, men allar helst man tað hava verið fíggjarligu karmarnir, sum hava avmarkað tónleikaútgávurnar í Føroyum, soleiðis at hesar bert eru á fløgu.
Í hesum førinum er tað Sp/f Sjónband, sum hevur staðið fyri gerð av videobandinum, so um onkur er, sum hevur áhuga í at gera eitt líknandi tiltak, so eru teir í Sjónband ivaleyst tilreiðar at hjálpa.
Vælkend nøvn
Flestu tekstirnir og løgini á fløguni eru skrivað av Steintór Rasmussen, sum flestu føroyingar kenna. Hann hevur í fleiri ár roynt seg í hesum yrkinum, og at talan er um ein tónleikara við somikið drúgvum royndum, borgar í hvussu so er fyri góðsku.
At syngja og spæla saman við sær hevur hann eisini fleiri væl kend nøvn. Millum annað kann nevnast, at Høgni Dalsgarð og Ingi Isaksen standa fyri flestu trummuljóðunum á fløguni, og røddirnar á fløguni eiga Jógvan og Arnfríð.
Tónleikurin á fløguni, sum er framleidd á Pegasus Studio í Klaksvík, er eisini rættuliga modernaður tónleikur. Al oftast hevur tað jú verið soleiðis við barnafløgum, at tónleikurin á hesum hevur verið hin sami, sum hann var fyri 20 árum síðani.
Útvarpsfløgurnar eru t.d. nøkur sera góð dømi um, at tað saktans ber til at gera barnasangir á ein øðrvísi hátt, uttan at hetta skal ganga út yvir góðskuna á tí framførða.
Á útvarpsfløgunum hava tað tó bert verið løg, sum framman undan eru vælkend, men hinvegin eigur móttøkan, sum hesar fløgur hava fingið at stuðla upp undir hugin hjá øðrum, sum kanska hava gingið í somu tonkum.
Sera spent
Sum nevnt, so verður fløgan at fáa til keyps hósdagin, saman við videoløgum og plakatum. Úr Klaksvík frættist, at stigtakararnir eru spentir upp á hesa útgávuna, við tað at teir ongantíð hava roynt nakað líknandi.
Í hvussu so er tykist tað spennandi, at tað framvegis eru fólk, sum tora at fara undir nakað nýskapandi, og vónandi kann hetta vera við til at eggja øðrum at realisera sínar visiónir.