Kundi tað sama farið hinvegin

Hondbóltur: Tá fýra minuttir vóru eftir, var VB á odda 20-17 móti Stjørnuni, men so mistu tær alt á gólvið og taptu 20-21

VB-Stjørnan 20-21 (9-9)


Tær hjá Stjørnuni vistu, at hóast VB bert hevur fimm stig í endaspælinum, so fór uppgávan í Vági ikki at vera løtt at loysa. Og aftan á dystin kendu tær seg eisini hepnar, meðan VB-kvinnurnar kendu seg eitt sindur snýttar fyri í øllum førum annað stigið.

Seinastu fimm sekundini av dystinum í Vági fríggjakvøldið vóru rættiliga dramatisk. Støðan var 21-20 til Stjørnuna, men VB hevði 3-metur kast. Tað varð tikið, og bólturin endaði í málinum. Alt sá út til at vera í lagi, men trupulleikin var bert, at dómararnir ikki høvdu bríkslað fyri, at 3-metur kastið kundi takast, og tí mátti tað takast umaftur. Tað fall ikki í góða jørð hjá VB, sum hevði tveitt tað, sum líktist eini tryggari leiðslu, fyri borð í seinastu minuttunum og nú fekk útjavnandi málið, sum tær høvdu uppiborið, kolldømt.

Men dómararnir høvdu ikki bríkslað, og so var einki at gera. Vágskvinnurnar taptu, hóast tær høvdu havt nøsina frammanfyri meginpartin av dystinum. VB, sum í løtuni bert er eitt stig frá niðurflyting, spældi væl og vísti góðan vilja ? nakað sum ikki altíð hevur verið á liðnum hjá teimum.

Gott málmansspæl og gott vongspæl frá ungu Gurið Mortensen, sum skeyt fimm mál, settu sín dám á liðið, sum hevði mestu trupulleikarnar av 3-meturs uppstillingunum hjá Stjørnuni, sum ofta endaðu við, at skotsterka Simona Hansen skoraði.

Klaksvíksgentur dekkaðu sera offensivt, men tær megnaðu ongantíð at fáa veruliga yvirvág í dystinum, og munurin var ongantíð so stórur, at annað liðið slapp frá hinum.

Stjørnan byrjaði betur og kom upp á 5-2 við góðari hjálp frá Simonu Hansen, sum skeyt trý av teimum fyrstu fimm málunum. Men VB fótaði sær skjótt aftur, og tá 20 minuttir vóru spældir, førdu tær 8-6. Fyrri hálvleikur endaði 9-9.

Stjørnan kom eisini betur frá byrjanini í seinna hálvleiki og legði seg á odda 11-9 og 12-10, men so minkaði munurin niður í eitt mál, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, kom VB framum aftur 15-14.

Síðani fór VB veruliga at draga frá. Sólrun Krosslá skoraði tvær ferðir á rað frá brotskastblettinum, so støðan bleiv 18-15 til heimaliðið, og VB var eisini á odda 19-16 og 20-17, áðrenn Stjørnan tók dik á seg, setti endaspurtin inn og vann dystin 21-20!

Tað var, sum um fjáltur kom á VB-kvinnurnar móti endanum av dystinum ? tað sást aftur, at tær ikki eru so vanar at vera frammanfyri, og eitt meira sigursvant lið hevði neyvan mist eina fýra máls leiðslu við so lítlari tíð eftir. Tá dysturin var liðugur, kundu bæði Stjørnan og GÍ/Tjaldrið anda eitt sindur lættari, meðan VB bert kundi takka sær sjálvum fyri, at bæði stigini fóru við Smyrli norður um aftur.