Føroyaska liðið stóð sterkari í myndini enn tað enska, men kortini vóru tað bretar, sum fingu øll trý stigini við sær av vøllinum í Klaksvík í dag.
Talan var um ein rættiliga javnan dyst, og mótstøðan føroyingar fingu í gjár var munandi harðari enn tann norðmenn borðreiddu við í mánadagin. Og hóast bretar vóru tað yngri enn okkara U19-landslið, so vóru teir líka fyri sum føroyingar á øllum økjum.
Tá vanliga leiktíðin var farin stóð var framvegis talan um ein málleysan dyst. Tá hevði tað tó ligið í luftini longi, at eitt mál var ávegis, tí minuttirnar framman undan høvdu føroyingar rakt stongina tvær ferðir og bretar høvdu rakt yvirleggjaran einaferð.
Útvísing og mál
Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, valdu føroyingar at satsa frameftir. Tveir defensivir leikarar vórðu fluttir longur fram á vøllin í eini roynd at vinna dystin, tí tað var als ikki nøkur ómøgulig uppgáva.
Hetta var eisini um at geva úrslit og kasta mál av sær til Føroyar, men gav tað eisini onglendingum møguleikar fyri at kontra. Hetta kostaði í hinum endanum, tí tá nakrir fáir minuttir restaðu í, slapp ein onglendingur einsamallur móti verjuskansanum Jóhan Davidsen. Í nærdystinum fer onglendingurin um koll og linjuverjin veitraði og segði, at Jóhan nýtti neyðbremsuna. So var bara eitt at gera hjá dómaranum, og tað var at vísa Jóhan Davidsen av vøllinum.
Hetta var ein avgerð, sum ikki fall í góða jørð hjá føroyingunum, og royndu teir eisini at vísa á, at Sam Jacobsen var beint við, og at tað tí ongantíð kundi vera talan um neyðbremsu frá Jóhan Davidsen. Hetta nyttaði tó lítið og avgerð dómarans stóð við.
Fáar minuttir seinni skora onglendingar so einasta málið í dystinum. Teir reka niðan í høgru síðu og sleppa sær í millum bakkin og miðverjuleikaran. Síðani verður smekka til, bólturin situr í netinum og onglendingar skoraðu harvið einasta málið í dystinum, sum eisini var eitt av tí vakra slagnum.
Uppborin sigur
Soleiðis endaði dysturin við einum 0-1 sigri til Ongland. Ein herskin biti at svølgja, men sigurin var uppiborin hóast tað leikaði javnt á stóran part av dystinum. Onglendingar kendu sína vitjunartíð, meðan Føroyar ikki tóku av møguleikunum, tá teir stóðu teimum í boðið.
Næsta uppgáva hjá U19 verður í Runavík hósdagin, har teir skulu leika ímóti Svøríki.