Kunna um fríu læraraútbúgvingina

Spennandi, donsk lær­ar­a­út­búgving bjóð­ar til ment­un­n­ar- og kunn­­ing­­ar­kvøld í Miðl­a­­hús­­­i-
num

Á spennandi tiltaki í Miðla­hús­i­num hóskvøldið 15. febr­uar fara umboð fyri Den Frie Lærerskole í Olle­rup, teirra millum tveir før­oy­ing­ar, at greiða frá út­búgv­ing­ini til frískúla-, eft­ir­skúla- og há­skúl­a­lær­ara.
Í løtuni liggja ítøkiligar ætl­anir frammi um bæði frí­skúla og eftirskúla í Før­oy­um, har frálæaran er grund­að á somu siðir, sum í føroyska fólkaháskúlanum. Tað er í júst hesum siðum at lærarar verða útbúnir á DFL.
Útbúgvingin mennir før­leikan at arbeiða í teimum fríu siðunum á skúlum, men royndir vísa eisini at út­búgvingin oftani verður brúkt til nógvar aðrar, spenn­andi uppgávur á a­rbeiðs­markn­að­i­num. Serliga innan starvs­fólk­a­røkt, coaching o.l. økir, har uppgávan er at nøra um tað menniskjaliga tilfeingið.
Tann fría lærar­a­út­búgv­ing­in varar í 5 ár, harav 3. árið er í lønandi starvspraktikk á einum skúla. Flestu næm­ing­arnir búgva á skúlanum í Ollerup, har ein sera høg social og faklig samverða er reyði tráðurin í dagliga virkinum, bæði í vanligu skúl­a­tíðini og í frítíðini. Hvønn skúladag eta lær­arar og næmingar eina høv­uðs­mál­tíð saman á mid­degi, og øll hesi árini, sum skúlin hevur virkað, eru nógv­ir dropar av góðum hug­skot­um regnaðir niður í eitt hav av traditiónsríkum til­tøk­um, sum sermerkja tíð­ina á skúlanum og gera uppihaldið til eitt ó­gloym­andi tíðarskeið við dyggari per­sónligari menning.
Umframt frálæru í teimum sið­bundnu lærugreinunum, bjóðar skúlin eisini ein hóp av kreativum lærugreinum inn­an­fyri best hugsandi karm­ar, við góðum verk­staðarfasilitetum. Den Frie Lærerskole er nærm­asti granni hjá kenda ítrótt­ar­skúl­a­num í Ollerup og øk­ið, har skúlin stendur, í suður-eysturpartinum á Fjóni, er ein tann vakrasta nátt­úr­u­perlan í Danmark, og tað er sanniliga eisini nakað, sum skúlin í nógvar mátar ger sær dælt av.
Á skránni hóskvøldið er framløga um skúlan, tón­leik­u­r, upplestur, felags­sang­u­r og sjálvandi møgu­leiki at seta fram spurn­in­gar. Tað er Hanne Kirk, seminarielærari, sum sam­an við næmingunum Stine Dahlbæk Nielsen og Christian Kock And­er­sen fara at standa fyri inn­sløg­u­num saman við føroyska næm­inginum, Annu Tórgarð og Djóni Dalsgarð, sum er fyrv. næmingur á DFL.
Tiltakið verður í Miðl­a­hús­i­num í Vágsbotni hós­kvøld­ið 15. februar kl. 20:00.
Meiri fæst at vita um Den Frie Lærerskole á www.dfl-ollerup.dk