Kunnu brúka meira fólk

Á Tavuni í Leirvík er ríkiligt av arbeiði, men ov lítið av fólki. Hóast søkt hevur verið eftir arbeiðsfólki gjøgnum arbeiðsávísingina, hevur tað ikki givið úrslit, sigur virkisleiðarin

Fólkatrot

Leirvík:
Á fiskavirkinum Tavuni í Leirvík er meira arbeiði, enn fólk er til. Tað merkir nógva yvirtíð til teirra, sum vilja tað. Men hóast søkt hevur verið eftir arbeiðsfólki, hevur tað ikki givið úrslit. Sama støðan er á øðrum arbeiðsplássum í bygdini.
Ingvard Joensen, virkisleiðari á Tavuni, sigur, at tey hava brúk fyri umleið 60 fólkum til arbeiðis á virkinum, um full manning skal vera. Tá verður roknað við tveimum vaktum.
Men tað standa ikki vegir til at fáa so nógv fólk her á landi, og tí hava tey leitað uttanlands eftir arbeiðskraft. Tað arbeiða fimm polakkar á Tavuni í løtuni, sigur Ingvard Joensen. Og hann letur væl at. Tað er dugnaligt fólk, sigur hann.
Hóast søkt hevur verið eftir arbeiðsfólki gjøgnum arbeiðsávísingina, hevur tað ikki nyttað nakað. Tað fæst ikki fólk, greiðir Ingvard Joensen frá. Og hann veit at siga frá øðrum virki í Leirvík, sum hevur sama trupulleikan.
?Støðan líkist henni í áttatiárunum, tá ivaleyst var av arbeiði aðrastaðni enn í fiskivinnuni, butursæð frá tí, at tá var eitt virki í bygdini, meðan tey í dag eru trý. Men fólkatalið er tað sama, sigur virkisleiðarin á Tavuni.
At tað kortini ber til, kemst fyri ein stóran part av, at fólk arbeiða nógv yvir. Summi arbeiða upp móti tveimum fullum vaktum, sigur hann og undrast á, hvussu tey orka tað. Í stóran mun eru tað kvinnur, sum umframt arbeiðið á Tavuni eisini hava hús og heim at passa.
Síðan eina viku undan ólavsøku hava tey meira og minni arbeitt hvørja nátt á Tavuni, letur virkisleiðarin at.
Í løtuni arbeiða tey gulllaks á Tavuni, og hann krevur ikki fult so nógv fólk, sum tey skulu hava, tá tey eitt nøu arbeiða upsa um veturin, So tá er trupuleikin enn størri, vísir Ingvard Joensen á.
Fýra trolarar fiska gulllaks undir Føroyum. Polarhav og Stjørnan avreiða regluliga til Tavuna, eins og Eysturbúgvin plagar at gera, meðan Vesturbúgvin fyri tað mesta leggur upp í Miðvági, har eisini ein gullaksalinja er, sigur hann.
Vesturbúgvin hevur tó landað onkuntíð í Leirvík, tá virkið í Miðvági er stongt um summarið, sigur Ingvard Joensen.
Á Tavuni plaga tey ikki at steingja vegna summarfrí, men halda afturfyri eina rímiliga langa jólaferiu, sigur hann.
Trolararnir landaðu gulllaks fyrstu ferð í ár um miðan apríl, og fara helst at halda á til einaferð út í september ella oktober. Í fjør var komið nakað út í oktober, áðrenn teir góvust við gulllaksafiskiskapinum, sigur Ingvard Joensen, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík.