Kunnu leggja alt tað føroyska samfelagið lamið

Bæði Netbankin, og allir aðrir týðandi upplýsingar um føroyingar, skulu aftur á føroyskar hendur

 

Netbankin skal aftura á føroyskar hendur.

Tað heldur Framsókn, sum nú meldar seg nú alment upp í kórið av teimum, sum vilja hava netbankan aftur á føroyskar hendur.

Annars hevur Tjóðveldi fleiri ferðir lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa netbankan aftur á føroyskar hendur og nú tekur Framsókn undir við hesum kravi.

 

Men Framsókn heldur, at tað er neyðugt at fara enn longur.

Flokkurin fer tí at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta sjálva tilbúgvingarlógina, so at allar upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri samfelagið, skulu goymast í Føroyum sum partur av føroysku tilbúgvingini

 

Higartil hevur tilbúgvingin havt til endamáls at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, um­hvørvi, virði og ognir.

Men Framsókn vil nú hava, at hon eisini skal tryggja upplýsingar, ið eru av serligum týdn­ingi fyri virkisførið hjá  samfelagnum.

 

Flokkurin vil hava, at samfelagstýdningarmiklar upplýsingar hereftir skulu goymast og viðgerast í Før­oy­um.

 

- Talan er um eina ørgrynnu av upplýsingum, men týðiligasta avleiðingin verður, at netbankin skal aftur á føroyskar hendur.

 

Framsókn vísir á, at altjóða­gerðin og kunningartøknin hevur eisini tann vansa, at einstakar vanlukkur, skaða­hendingar, skipað brotsverk, yvirgangur, krígsstøður og aðrir tilburðir, kunnu gera, at samfelagið missir altavgerandi upplýsingar og harvið sítt virkisføri.

- Tí heldur flokkurin tað ikki vera rætt at lata útlendskar KT-veitarar hava tær um hendi, sigur Framsókn.

 

- Tað er eisini munandi verri hjá løgtinginum at lóggeva um persónsupplýsingar og aðrar upplýsingar, sum verða goymdar og viðgjørdar hjá útlendskum veitarum, heldur Framsókn.