Veturin hevur ikki heilt slept takinum, og í morgin er verið ivasamt, tá tað ræður um samferðslu.
Veðurforsøgnin hevur fingið Strandferðsluna at boða frá, at ferðandi um Suðuroyarfjørð kunnu vænta broytingar í ferðaætlanini í morgin, hósdagin 21. mars.
Strandferðslan hevur í dag hesa fráboðan á ssl.fo:
Vegna vána veðurforsøgn kann roknast við møguligum broytingum á leið 7 seinnpartin, ella á kvøldi, í morgin, hósdag 21. mars.