Bæði Kuwait og Sameindu Arabisku Emiratini siga frá iranskum loftálopum, hóast USA kunngjørdi vápnahvíld millum stríðandi partarnar seint í gjárkvøldið.
Sambært uttanríkisráðharranum í Iran, Abbas Araqchi, góðtekur Iran eisini vápnahvíldaravtaluna og gongur við til at lata Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.
Abbas Araqchi legð aftrat, at Iran gevst við sínum álopum í Miðeystri, um USA og Ísrael gevast við sínum álopum á Iran.
Men, í morgun siga bæði Sameindu Arabisku Emiratini og Kuwait, at teirra loftverjuskipanir hava verið virknar, tí iranskar rakettir og dronur vóru á veg móti londunum.
Spurningurin er so, um hetta eru rakettir og dronur, sum eru sendar úr Iran, áðrenn vápnahvíldaravtalan kom í lag.
Sambært myndugleikunum í Kuwait høvdu iransku álopsvápnini olju-og orkuskipanir í Kuwait sum mál.
- Iransku álopini hava elvt til umfatandi oyðileggingar á undirstøðukervið, vita myndugleikarnir í Kuwait at siga í morgun.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - fyri løtu síðan.










