Týskvøldið, tvs í kvøld kokkan 20 verður kvøldseta í Sjónleikarhúsinum í Havn. Har verður sjónleikur, tónleikur, dansur og sangur sum er sett saman sum brotamynd av søgum og søgnum, yrkingum, sangur og skjaldrum. Í tíðindaskrivi frá Havnar Sjónleikarfelag verður sagt, at tey hava trivið niður í rúgvuna av dýrgripum, sum eru í føroyskum skaldskapi, gamalt sum nýtt. Av yrkjarum kunnu eitt nú nevnast: William Heinesen, Christian Matras, Rói Patursson, Tóroddur Poulsen og Sigrid Gaini. Framførslan er á skandinaviskum og enskum, meðan sangir og skjaldur eru á føroyskum.
Royndir sjónleikarasr úr Havnar Sjónleikarfelag framføra. Teir eru m.a. Jytte Joensen, Gunhild Michelsen, Fía Norðberg, Høgni Joensen, Erling Eysturoy, Sólvá Jónsdóttir, Beinta Clothier, Hilmar Joensen, Thomas Koba og Gunn Reinert. Malan Thomsen og Lív Dam syngja.
Tónleikinum stendur Uni Reineret Debes fyri. Pallmynd Oddvør Petersen. Ljós Símun Pauli Hansen og Hjalmar Holm. Sett saman og lagt til rættis hava Ingi Dam og Birita Mohr.
Umframt framførsluna verður føroyskur dansur sýndurr fram, gestirnir sleppa at royna føroyskan mat og at enda verður føroyskur dansur, har gestirnir hava møguleika at fara uppá gólv.
Sýningarnar verða eisini 24. Juni, 1. Juli, 8. Juli, 15. Juli, 22. Juli, 5. August, 12. August, 19. August og 26. August. Øll týskvøldini klokkan 20.