Í fýra teimum fyrstu róðrunum í ár hevur Kvívíkingur verið fremstur í hesi kappingini. Seinastu ferðirnar hava sigrarnir ikki verið so sannførandi, sum teir vóru fyrr í summar, og tí kundi tað bent á, at annar vinnari kundi bjóða seg fram.
Og soleiðis var tað leygardagin.
Í fjør var Argjabáturin fullkomuliga suverenur í hesi kappingini. Í fýra teimum fyrstu róðrunum í ár hevur nýggja manningin umborð á Argjabátinum ligið framvið, uttan at tað hevur eydnast at vinna. Kvívíkingur hevur vunnið hvørja ferð, og Argjabáturin hevur verið nummar tvey hvørja ferð – uttan á Skálafjørðinum, tá ið Fríggjarin stakk seg fram ímillum Kvívíking og Argjabátin.
Tíðarmunurin frá Kvívíkingi og til Argjabátin var á Norðoyastevnu trý sekund. Í Sundalagnum var hann minni enn eitt hálvt sekund, á Eystanstevnu var hann trý sekdund, og á Jóansøku var hann eitt sekund.
Tí var tað ikki púra óvæntað, at Argjabáturin sýndi so sannførandi avrik í Vestmanna:
Argjabáturin brendi seg fram um kappingarneytarnar beinanvegin, og Argjabátuin stýrdi kappingini allan 1000 metra teinin.
Sum fleiri ferðir fyrr í summar var Kvívíkingur ikki millum teir fremstu beinanvegin. Kvívíkingar plaga tó at orna paragraffirnar, men tað megnaðu teir ikki leygardagin.
Argjabáturin var ongantíð hóttur í endaspurtinum, og at hetta ikki var dagurin hjá kvívíkingum, sum hvønn dag fyrireika seg til kappingarnar í Vestmanna, varð undirstrikað við, at eisini Fríggjarin úr Miðvági setti Kvívíking upp á pláss.
Kvívíkingur megnaði á triðja plássi akkurát at vinna á Árnfirðingi, sum aftur hesa ferð var við til at seta dám á kappingina á fyrsta partinum av teininum. Báðir bátarnir úr høvuðsstaðnum kappaðust um at sleppa undan aftastu brík. Ta kappingina vann Ørvur á Knørri.
Úrslitið ber við sær, at tað er komið eitt sindur av spenningi í FM kappingina, men tað skal kortini vilja illa til hjá kvívíkingum á Vestanstevnu í Sørvági og 28. juli, um teir ikki á Ólavsøku skulu standa við FM heitinum.
1 Argjabáturin 04:34.16
2 Fríggjarin 04:36.00
3 Kvívíkingur 04:37.09
4 Árnfirðingur 04:38.23
5 Knørrur 04:43.06
6 Ørvur 04:49.04
Støðan
1 Kvívíkingur 33
2 Argjabáturin 30
3 Fríggjarin 25
4 Árnfirðingur 22
5 Ørvur 13
6 Knørrur 12