Í meira enn 55 ár hevur Kvartettin í Betesda verið virkin. Hon hevur serliga sungið í sambandi við møti og tiltøk í brøðrasamkomuni, men hon hevur eisini havt framførslur í nógvum øðrum samhangum – eitt nú í brúdleypum, føðingardøgum, á jarðarferð, ellisheimum, Gospeltúri við Norrønu og aðrastaðni.
Tað var beint fyri ársskiftið í 1968, at nakrir ungir mans funnu saman at syngja í kvartett, og hetta var alt annað enn nakað stuttlivað upplop. Hóast sangararnir nú eru 77 ár í miðal, eru teir framvegis væl fyri at syngja, og teir bæði venja og framføra regluliga.
Oddmar Marsten er aldursforseti, hann er 83 ára gamal. Sámal Johannesen er 77, Steinbjørn O. Jacobsen er 75, og Gerhard Tróndheim er 70. Tað ber ikki til at nevna Kvartettina Í Betesda uttan eisini at nevna Árna Jacobsen, sum var við frá byrjan og hevði ein serligan leiklut við at stíla fyri. Hann doyði av sjúku í 2017. Tveir aðrir mans vóru eisini við í Kvartettini eitt stutt skifti at byrja við.
– Nú ársskiftið var, og kvartettin fylti 55 ár, spurdi eg eitt sindur í spølni, um tíðin ikki var komin at gevast. Tá svaraði Oddmar avgjørdur, at tað kom ikki upp á tal. So um tann elsti av okkum er so hugaður, so kunnu vit ikki annað enn halda fram, sigur Steinbjørn O. Jacobsen við Sosialin.
Sangararnir í kvartettini búgva allir í Klaksvík, og hava gjøgnum lívið livað og virkað í og úr býnum. Teir hava verið knýttir at samkomuni í Betesda, og allir syngja eisini við í kórinum í samkomuni.
##med2##
Kvartettin sang á fyrsta sinni á nýggjársveitslu í Betesda í 1968. Fyrstu vóru Gerhard Tróndheim, Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni Jacobsen – ungir dreingir, 15 til 17 ára gamlir.
Tá ið Ólavur og Jóannes fluttu úr Klaksvík, komu Steinbjørn O. Jacobsen og Oddmar Marsten upp í kvartettina fyri teir. Seinna partin av 1970'unum var Gerhard Tróndheim eitt skifti uttanlands í útbúgvingarørindum, og tá kom Sámal Johannesen upp í fyri hann. Tá ið Gerhard kom aftur, helt Sámal fram sum fimti maðurin í kvartettini. Onkuntíð hava fimm mans sungið í kvartettini, men hildið hevur verið fast um heitið kvartett við fýraræddaðum sangi. Í 2017 doyði Árni Jacobsen. Hann var ein drívmegi, bæði tá ið tað kom til at týða sangir og skipa fyri.
Ígjøgnum árini hevur virksemið verið skiftandi, men kvartettin hevur virkað og sungið uttan íhald síðani 1968.
Í 1975 gav Kvartettin í Betesda út bæði kassettuband og vinylplátu við heitinum Jesus tær býður, og tað var í sambandi við hesa útgávu, at navnið á kvartettini var endaliga ásett.
Í september í 2013 fór Kvartettin í Betesda til USA at gera upptøkur til nýggja útgávu í Crossroads Studio í North Carolina. Eyðun Jacobsen samskipaði ferðina og upptøkurnar. Nógv høvdu spurt eftir nýggjari útgávu, og fyri góðum 10 árum síðani varð hendan útgáva veruleiki. Útgávan fekk heitið Dýrdarlandið og innihelt 13 sangir.
##med3##
Í bólkinum ið plagar at spæla undir hjá kvartettin, eru eisini fleiri, sum hava spælt við teimum í nógv ár. Jógvan Mortensen spælir klaver og er kapellmeistari, og hann hevur spælt undir so at siga øll árini. Guttorm Matras spælir bass, Erland Frederiksberg spælir gittar, og tann ungi maðurin í bólkinum, Jákup Gunnarstein Hansen, spælir trummur.
Kvartettin í Betesda syngur sum oftast saman við bólki. Fyrr sungu teir nakað a capella, men vanliga hava teir sungið við fylgispæli.
– Vit hava verið nógv saman, og vit hava altíð klárað sera væl upp. Vit hava tað gott saman, vit hugna okkum og skemtast, og tað hevur ongantíð verið nakað ímillum okkum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
– Kemiin millum okkum hevur verið sera góð øll árini. Vit hava verið sum familja, og tað hevur verið einstandandi. Fyrr vandu vit eftir møti ella sangvenjing hjá kórinum, og tá kundi tað blíva seint, og vit skuldu til arbeiðis morgunin eftir. Nú vit eru blivnir eldri, kunnu vit venja um dagin, sigur Oddmar Marsten.
– Eg haldi, at vit venja meira nú enn nakrantíð áður, og tað krevst kanska eisini, nú vit eru blivnir eldri. Tað er skjótt at gloyma okkurt, sigur Steinbjørn við smíli.
– Tað er stórur munur á at syngja solo og í einari kvartett. Syngur tú solo, kanst tú syngja júst, sum tú hevur hug til. Í einari kvartett skulu sangararnir syngja saman. Vit syngja ávísar røddir, og tað ræður um at finna røddir, rútmu, áherðslu og tempo saman við hinum, og sangararnir skulu ljóða so væl saman, sum til ber, sigur hann.
Teir orka framvegis væl at syngja.
– Vit vóru í Porkeri á páskum í fjør, og tá sungu vit einar átta sangir. Onkur helt fyri, at vit orkaðu væl at syngja, og tað er kanska nakað um tað. Vit hava sungið nógv og syngja alla tíðina í kóri eisini, so formurin er nøkulunda, sigur Gerhard Tróndheim.
##med4##
Hóast teir hava lagt meira enn hálva øld aftur um seg sum kvartett, er ongar ætlanir um at gevast at syngja saman.
Teir venja framvegis regluliga, og teir eru hugagóðir.
– So leingi, sum eg hoyri, og málið er har, so havi eg hug at halda fram, sigur Oddmar Marsten, sum er tann elsti í bólkinum.
Hinir taka undir við honum. Hava teir orkuna og røddina, halda teir fram at syngja saman.