Kvikur jeepur sum vil nakað

Luksus-jeeparnir SsangYong Rexton verða alt meira vanligir á føroysku vegunum. Eftir at hava verið á marknaðinum í skjótt tvey ár eru teir nú komnir við einum nýggjum kvikum commonrail turbo dieselmotori við 165 hk

Suðurkoreanska SsangYong verksmiðjan, ið kann hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag í ár, byrjaði at samstarva við Mercedes-Benz í 1991. Hetta samstarv
hevur mest snúð seg um menning av motorunum og girkassum.

Teir fyrstu SsangYong bilarnir vit sóu her um okkara leiðir vóru Musso jeeparnir, sum komu miðskeiðis í 90-unum.

SsangYong Rexton kom á marknaðin í 2002. Rexton er ein stórur og sera væl útgjørdur luksus-jeepur við koyrieginleikum sum ein persónbilur og klárar seg eisini sera væl uttan fyri vanliga koyrivegin.

Rexton fæst bæði við fimm og sjey sitiplássum, og dupult klimaanlegg fæst til útgávuna við sjey setrum. Bilurin hevur eina liðiliga innrætting, og nógvir møguleikar eru við setrunum, sum t.d. at rygglenið á baksetrinum kann stillast. Eisini kunnu baksetrini leggjast saman í eini handavend til eitt stórt vørurúm.

Sum standard hevur RX720 t.d. automatiska í- og úrkobling av 4WD, ABS, aircondition, dupult airbag, takboylar, fjarstýrt sentrallás, leðurratt, startsperru, el-síðuspegl við hita, hita í forrútinum, hita í forsetrunum og el-rútavindarar.

Rexton fæst við trimum ymiskum motorum, tveimum diesel og einum bensin. Turbo dieselmotorarnir eru: 2,7 litur við commonrail innspræning og 165 hk, og 2,9 litur við 120 hk. Bensinmotorurin er ein 3,2 litur við 220 hk.

Nógv eykaútgerð fæst til Rexton, sum t.d. 5-tins TipTronic (Mercedes-Benz), ESP (Electric Stability Program), LSD (Limited Slip Difference), cruisecontrol (bert v. automatgirum), parkeringssensorar, regnsensorar, niðurblendsspegl, el-stýrd forsetur við memory. Eisini fæst ein sportspakki við plast-skermøkjarum og gáttum.

Biluri kann síggjast og roynast á Bilverkstaðnum v. Hans J. Kollsker á Hjalla.

Myndatekstur:

1.
SsangYong Rexton er ein bilur sum sær út av nøkrum og kann nakað. Talan er um
ein stóran og sera væl útgjørdan luksus-jeep við koyrieginleikum sum ein persónbilur


2.
Rexton fæst við nógvari eykaútgerð sum t.d. plast-skermøkjarum og gáttum.

3.
Rexton innan. Smart design í týskum stíli.





SsangYong Rexton RX270 Xdi


Motorurin2,7 litur 5.syl. 165 hk
commonrail turbo diesel

0-100 km/t13,2 sek.

Oljunnýtsla11,23 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd255/65-16

Stødd og vekt
Longd472.0 cm
Breidd187,0 cm
Hædd183,0 cm
Eginvekt2.000 kg

Prísurkr. 331.962
kr. 260.325 v.mvg (Vørubilur)

SøluumboðBilverkstaðið
v/ H. J. Kollsker
á Hjalla
FO-110 Tórshavn
Tel. 311013
www.kollsker.com