Kvinna drap unnustan í einum kufferti

Amerikonsk kvinna er funnin sek í morði, eftir at unnusti hennara varð funnin deyður í einum afturlatnukm kufferti.

Í USA er ein kvinna funnin sek í óviljað manndrápi.

Sarah Boone er funnin sek í morði í Florida, eftir at unnusti hennara doyði í einum kufferti. - Mynd: Ricardo Ramirez Buxeda/Ritzau Scanpix

Hon er ákærd fyri at hava latið unnustan doyggja, meðan hann var fangaður í einum kufferti.

Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP.

Málið fer fram í statinum Florida, har ein samd dómsnevnd mikukvøldið amerikanska tíð kunngjørdi dómin.

Kvinnan, sum eitur Sarah Boone, hevði áðrenn dómin noktað seg seka í ákæruni um morð.

Hon varð handtikin fyri fýra árum síðani í sambandi við deyða Jorge Torres, sum var unnusti hennara.

Tá var forkláringin hjá Boone, at 23. februar 2020 spældu hon og Jorge Torres krógva og blunda. Tað hendi heima hjá teimum í býnum Winter Park.

Undir spælinum gjørdu tey sambært fyrstu forkláringini hjá Boone av, at tað kundi verið stuttligt, um tey kundu fáa Torres at passa niður í eitt kuffert.

Sambært henni høvdu tey drukkið, og valdi hon tí at leggja seg at sova. Hon segði tá, at hon helt, at unnusti hennara kundi lyna kuffertið upp sjálvur og sleppa út.

Tá hon vaknaði morgunin eftir, fann hon tó ikki Jorge Torres, og mintist tá, at hann var í kuffertinum. Tá hon lat tað upp, fann hon hann eftir øllum at døma lívleysan.

Men kanningarfólk funnu síðani video á telefonini hjá henni, har Torres hoyrist rópa inni úr kuffertinum. Her sigur hann, at hann fær ikki andað, og hann rópar navn hennara fleiri ferðir, skrivar AP.

Við støði í hesum ákærdi løgreglan Boone fyri morð.

Tá Sarah Boone skuldi vitna í rættinum, broytti hon sína frágreiðing. Hon segði her, at sambandið teirra millum hevði verið harðligt, og at hon eftir øllum at døma gjørdi tað í sjálvverju, tá hon ikki slepti honum úr kuffertinum.

- Hetta er tað, sum hendir, tá tú kvalir meg, sigur Boone í eini av upptøkunum.

- Soleiðis føli eg meg, tá tú ert mær ótrúgvur, sigur hon eisini.

Í líkskoðanarfrágreiðing sæst, at Jorge Torres hevði slit á ryggi og hálsi, at hann hevði fingið slag á øksl, skalla, enni og varrar.

Dómur í málinum verður væntandi 2. desember. Revsingin er upp til lívið.

 

/Ritzau/

 

Sarah Boone er funnin sek í morði í Florida, eftir at unnusti hennara doyði í einum kufferti. - Mynd: Ricardo Ramirez Buxeda/Ritzau Scanpix