Kvinna royndi at smugla 100 gramm

Tað eydnaðist henni ikki.

Tá Norrøna kom til landið í gjárkvøldið, hevði ein kvinna 100 gramm av hashi við sær. Hon bleiv tikin og skuldsett fyri at smugla. Av tí at talan er yvir 80 gramm, so fer tað í rættin.

 

Hetta var helst størsta málið hjá politinum í gjár. Hini málini vóru smærri mál – millum annað var ein jolla blivin burtur í Hvalvík, og so gjørdi politiið eisini átak móti knallertum, men av tí at tað regnaði so illa, so vóru ongar knallertir úti. Tí kannaðu tey bara bilar í staðin.

 

Eitt ferðsluóhapp var fráboðað. Tað var ein bilur, ið hevði bakkað á ein annan bil. Tað bleiv víst til tryggingina.

 

Í Vágatunnlinum var ein last full av asfaltið koppað framav. Ein koyribreyt mátti sperrast av, soleiðis at man fekk tømt lastina, og tað bleiv so gjørt í nátt. Lastin varð liðugt tømd um 5-tíðina.