Kvinnufótbólturin stórtrívist í Klaksvík

Kvinnufótbólturin í Klaksvík hevur tað ógvuliga gott. Í dag hevur 1. deildarliðið lagt seg væl á kósina ímóti 8. FM heitinum á rað. Úrslitið í lyklauppgerðini um FM á heimavølli ímóti B36 var 2-2. Harvið hevur KÍ 38 stig, og B36 hevur 35 stig. Málmunurin hjá KÍ +45, og málmunurin hjá B36 er +28. KÍ eigur ein dyst eftir ? í Gøtu 22. september. B36 eigur tveir dystir á. 16. september á heimavølli ímóti GÍ og 22. september á Argjum.

Um KÍ vinnur í Gøtu, so er treytin hjá B36 fyri at vinna FM, at tær vinna í tveimum teimum síðstu dystunum við tilsaman átjan málum og teimum málunum, sum KÍ ivaleyst fer at vinna við í Gøtu.

At kvinnufótbólturin í Klaksvík hevur tað gott, varð undirstrikað í gjár og í dag. Í gjár fingu gentur 14-17 ár handað FM steyp og gullkrónur í Klaksvík. Tær skuldu havt spælt ímóti Royn, sum ikki møtti.

Í dag hava gentur 10-12 ár hjá KÍ vunnið FM heitið. Endaumførini vóru í Gundadali fyri einari viku síðani og á Argjum í dag. KÍ vann 13 stig, AB 9 stig, HB 7 stig og B36 1 stig.