Tann 26. mars spældir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í Challenge Trophy-kappingini, sum í ár verður spæld á Cypros.
Sophus Dal Christiansen, sum er høvuðsvenjari, hevur boðað frá, hvørjar spælarar hann tekur við sær á ferðini, og eru tær hesar:
Ninna K. Hansen, StÍF
Rebekka Justinussen, StÍF
Anja Heinadóttir, Neistin
Unn Kragesteen, Neistin
Fríða Petersen, Neistin
Rakul Augustinussen, Neistin
Elin Staksund, Neistin
Joan M Djordevic, Stjørnan
Durita Christophersen, Stjørnan
Una Olsen, Stjørnan
Anna Kristina Samson, Stjørnan
Durita Ljóstein, Stjørnan
Fríða Marjunardóttir, VÍF
Tomma Petersen, VÍF
Simona Hansen, Freja
Hjálparvenjari: Jakob Jónsson
Liðleiðari: Sigvør Matras
Fysioterapeut: Tina Jakobsen
Fyrsti dysturin er móti Estlandi. 27. mars verður spælt móti Stórabretlandi, og 28. mars verður dystur móti Cypros. Hálvfinalur og finalur verða spældar ávikavist 29. og 30. mars.