Kvinnulandsliðið úttikið

Landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum i hondbólti, Sophus Dahl-Christiansen, hevur nú tikið úr hópin til dystirnar móti Svøríki, sum verða leiktir fyrst í komandi mánaði.

Sum so eru eingi óvæntað nøvn í hópinum, tó at fleiri helst høvdu roknað við, at Annika Thomsen úr Neistanum fór at teljast millum tær, sum vóru innkallaðar til hópin. Okkum eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsliðsvenjaranum, men ivaleyst hevur valið staðið millum Simonu Hansen og Anniku.

Um vikuskiftið skulu landsliðsleikararnir savnast, har tær venja í felag á Skála og í Havn. Harumframt er ætlandini, at tær leygardagin skulu spæla móti einum liðið, sum er sett saman av útlendskum og føroyskum leikarum.


Málverjar felag

Helena Dam Neistin

Hildur Sørensen Neistin

Guðrun á Lágabø VB


Vengir felag

Jacklin Durhuus Team Salgelse

Ann Hansen Kyndil


Bakspælarar felag

Katrin á Neystabø Team Slagelse

Inga F. Damberg Neistin

Sóleyð Mikkelsen VÍF

Jórun Ludvig Kyndil

Simona Hansen Freja

Gurið Mortensen VB

Signhild Petersen Kyndil


Spælskiparar felag

Joan M Joensen Stjørnan

Fríða Marjunardóttir VÍF


Strikuspælarar felag

Gunnleyg Berg ÍBV

Christina Holm Kyndil