Ukraina leyp á stórt oljureinsiverk

Ukrainskar dronur lupu sunnunáttina á russiska oljureinsiverkið Kirishi í Leningrad-landslutinum.

Tað sigur guvernørurin í økinum, Aleksandr Drozdenko, sambært ukrainska miðlinum The Kyiv Independent.

Sambært guvernørinum fekk eingin skaða, skrivar Reuters.

Sambært Reuters er reinsiverkið eitt av tveimum størstu oljureinsiverkunum í Russlandi mált eftir rúmd.

Dronuskipanin í Ukraina hevur staðfest, at hon hevur lopið á reinsiverkið og upplýst, at hon hevur "framt eitt væleydnað álop".

Tíðindastovan hevur ikki kunnað staðfest, hvussu stórur nakar skaði er á reinsiverkinum.

 

/Ritzau/