Skipið verður yvirtikið fyrst í komandi ári og umbygt til sjálvlossara. Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna í útlandinum. Blásiskipan til veiting av alifóðri verður partur av umbyggingini.
Skipið verður útgjørt við framkomnari tøkni, sum minkar CO2-útlátið við 20 prosentum undir sigling. Bonacieux er bygdur í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons.
– Felagið hevur merkt vaksandi eftirspurning úr útlandinum, og er hetta ein liður í vakstrarætlan felagsins, sigur Jørgin Jacobsen stjóri.
Skipið verður skrásett í føroysku altjóða skipaskránni FAS, sum hóskar seg væl til altjóða farmaflutning.
Hetta verður sætta skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði, sum eisini hevur sandsølu á Sundi og fóðurgoymslu á Toftum.
Tá nýggja skipið kemur í sigling, verða oman fyri 80 fólk í starvi hjá SANDSHIP.