Í nýggju samgonguni í Havn hava kvinnurnar meiriluta.
Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindenskov úr Javnaðarflokkinum, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Katrina Frýdal úr Tjó_veldisflokkinum. Tær eru fýra, meðan menninir eru tríggir: Jógvan Arge, Leivur Hansen og Heðin Mortensen.
Um so verður, at Beate L. Samuelsen eisini verður við í samgonguni, so verður meirlutin hjá kvinnunum enn størri.
Hetta er fyrstu ferð, at so nógvar kvinnur eru valdar í Tórshavnar Býráð.