Kvinnurnar hjá Kyndli eru føroyameistarar

Við úrsltinum 30-28 vann Kyndil fjórða finaludystin ímóti VÍF

Hóast Kyndil var á odda at kalla allan dystin, so hóttu Vestmannakvinnur Kyndil fleiri ferðir. Fleiri ferðir kom spenningur í, tí Vestmannakvinnur kláraðu fleiri ferðir at nærkast Kyndli og at koma upp á javnt.

Móti dystarenda kom aftur spenningur, tá tað aftur bara var eitt mál á muni, men so dró Kyndil frá aftur. Tá tað nærkaðist endanum vóru tó tvey mál á muni, tá VÍF í síðstu løtu fekk brotskast. Tá vóru tvey mál á muni, so gjørdi hvørki frá ella til, um VÍF skoraði ella ikki. Men Tomma Petersen í málinum hjá Kyndli bjargaði brotskastinum, og tí endaði dysturin 30-28 til Kyndil, sum harvið vann meistaraheitið uttan at fara víðari til fimtu finaluna.

 

Myndir: VÍF-Kyndil