Füchse Berlin vann seg í FINAL FOUR aftaná brots­kasts­kapping

Hákun West av Teigum sleppur aftur í ár at royna seg í FINAL FOUR í Champions League

Seinna fjórðingsfinalan í Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin millum Füchse Berlin og Veszprem er júst liðug.

 

Talan gjørdist um ein sannan gysara. Füchse Berlin tapti á útivølli í Ungarn 34-35, og í kvøld var støðan 31-30 til Füchse Berlin, tá vanliga leiktíðin var farin.

 

Sostatt var talan samlaðan javnleik 65-65, og tí mátti brotskastskapping til. Füchse Berlin skoraði upp á fýra av fimm brotskøstum. Tíverri var Hákun tann einasti sum brendi fyri heimaliðið. Veszprem skoraði upp á trý av fimm brotskøstum. Sostatt vann Füchse Berlin ein samlaðan 69-68 fjórðingsfinalusigur.

 

Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-15. Í vanligu leiktíðini skoraði Hákun tvey mál upp á tvær málroyndir.

 

FINAL FOUR í Champions League verður leikt í Lanxess Arena í Køln, vikuskiftið 13. og 14. juni.

 

Í fjør vunnu Hákun og liðfelagarnir seg í finaluna, men teir taptu 26-32 fyri Magdeburg í finaluni. Hákun var saman við Mathias Gidsel toppskjútti hjá Füchse Berlin. Teir skutu sjey mál hvør í finaluni.