Kvinnurnar spæla um steyp í Havn

B36 hevur tikið stig til eina steypakapping millum B36, KÍ, GÍ og EB/Streym. Kappingin skal spælast í Havn leygardagin 17. mars og verður fyrireiking hjá feløgunum til nýggja kappingarárið. Ætlanin var, at silvurvinnararnir úr AB skuldu verða við í kappingini, men liðið fer á venjingarlegu í Suðuroy sama vikuskiftið, og tí spælir EB/Streymur við ístaðin.