Kvinnusamskipan Føroya heitir á løgtingið, um at taka undir við uppskotinum um at skipa Føroya sum eitt valdømi. Hetta var samtykt við stórum meiriluta á ársfundi hjá Kvinnusamskipan Føroya, sum var hildin á Toftum leygardagin. Vallógin má broytast soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, sigur Kvinnusamskipan Føroyar í tíðindaskrivi, sum Kvinnufelagssamskipan Føroya, Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn og Skála Kvinnufelag standa sum avsendarar fyri.