Kvinnuunglingar: Mjølnir er føroyameistari

Fleyr - Mjølnir 1-3 (17-25, 25-23, 16-25, 24-26)

 

Í einum dysti við nógvum sera góðum duellum vann Mjølnir 3-1 á Fleyr og bleiv harvið føroyameistari í kvinnuunglingadeildini.

 

Nógvir av leikarunum á vøllinum í dag eru eisini at síggja á bestu liðunum hjá avikavist Mjølnir og Fleyr í  Hotel Djurhuus. Hetta gjørdi, at dysturin var rættuliga væl spældur og var merktur av nógvum sera tøttum og góðum duellum.

 

Eftir at Mjølnir hevði vunnið triðja settið var líkt til, at Mjølnir genturnar sannførandi fóru at seta seg á fjórða settið. Men so var ikki. Gjøgnum alt settið var líkt til, at Fleyr fór at vinna settið, soleiðis at føroyameistaraheitið skuldi avgerðast við einum javnbrótara. Ímóti endanum av settinum bardi Mjølnir seg tó upp á javnleik og vann síðani settið, dystin og føroyameistaraheitið.

 

Dagsins leikari var Thirza Linda Tarazona Becerra úr Mjølnir

 

##med2##

##med3##